20
sep



Kl. 19:30. Sands Bókasavn Tiltak

Skriva út

Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Hetta verður í tíðarskeiðnum 17. til 26. september. Í ár verður tiltakið skipað nakað øðrvísi enn áður. Talan verður um fimm tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti. 

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fimm ymisk tiltøk.

Tað verður eisini ein stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í kaffisteðginum.

Framløgurnar á Bókasavninum á Sandi eru

Annika Skaalum, Tjóðskjalasavnið: Einkjur og einkjumenn í Føroyum í 1800-talinum - Lutfall og aldursbýti

Annbjørg á Høvdanum, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu: Hvussu ávirkar svøvnur og møði manningina á fiskiskipum? 

Sólvá Jacobsen, Havstovan: Hvussu ávirkar fiskayngul vistskipanina á Landgrunninum?

Tíðspunkt
hósdagur 20. sep, kl 19:30
Longd
kl. 19:30 - 21:00
Stað
Sands Bókasavn