University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið

Um Setrið

Fróðskaparsetur Føroya er einasta universitet í Føroyum og virkar óheft av politisku skipanini, har hetta er ásett í lóg
Logo Setrið Runt Rektangulert Format

Endamál

Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er við gransking at menna nýggja vitan og at veita dygdargóða og granskingargrundaða undirvísing og hægri útbúgving.

Aðalmálið hjá Fróðskaparsetrinum er burðardygg menning av føroyska samfelagnum.

Magna Charta Universitatum

Fróðskaparsetur Føroya tekur undir við stevnuni í Magna Charta Universitatum, sum Martin Tvede Zachariasen, rektari, skrivaði undir vegna Fróðskaparsetrið 13. november 2025.

Magna Charta Observatory góðkendi umsóknina frá Fróðskaparsetri Føroya í august 2020. Setrið var tá undir leiðslu av Chik Collins, rektara.

Stýrið

Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya eru sjey limir. Landsstýrisfólkið velur fýra uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tveir, og tey lesandi velja ein lim. 

Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur.

Valskeiðið er fýra ár, men hjá lesandi er skeiðið eitt ár.

Uttanhýsis stýrislimir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi og skulu tilsamans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking.

Limirnir í stýrinum skulu tilsamans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.

Stýrið er evsti myndugleiki hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Stýrið skipar seg við forfólki og næstforfólki. Hesi skulu vera millum limirnar, sum landsstýrisfólkið hevur valt. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.

Stýrislimir frá 1. januar 2025 - 31. desember 2028

Uttanhýsis limir og varalimir, sum landsstýrisfólkið hevur valt:

•    Ólavur Ellefsen, stjóri/stovnari Flowcore (afturval), formaður
o    Varalimur: Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri á Barnaverkætlanini
•    Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, næstformaður
o    Varalimur: Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar Kommunu
•    Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval)
o    Varalimur: Elena D’Amelio, professari í miðlafrøði á universitetinum í San Marino og serfrøðingur í European Higher Education Area
•    Elaine Munthe, dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger (afturval)
o    Varalimur: Ragnheiður H. Magnúsardóttir, stjóri í Maggar í Íslandi og serfrøðingur í tøkni og íverksetan

Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya:

•    Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
o    Varalimur: Sigurd Christiansen, adjunktur í evnafrøði, Náttúruvísindadeildin
•    Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk í námsfrøði, Námsvísindadeildin
o    Varalimur: Regin Djurhuus Hammer, ph.d.-vísindastarvsfólk í búskaparfrøði, Søgu og samfelagsdeildin.

Skeiðið hjá lesandi er eitt ár:

2025
•    Harriet Felicia Reistad Dam, lesandi á Náttúruvísindadeildini
o    Varalimur: Sigmund Zachariassen, lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini

2026
•    
Petur Simonsen, lesandi á Náttúruvísindadeildini
o    Varalimur: Milia Egilsnes Anda, lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini

Reglur fyri stýrið

Skráir og fundartilfar

Rektarin

Martin Tvede Zachariasen, ph.d. og dr.scient. í teldufrøði, tók við sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya í januar 2023.

Her skrivar hann vegna Fróðskaparsetur Føroya undir Magna Charta Universitatum 13. november 2025.

Frammanundan var Martin Tvede Zachariasen rektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn.

Akademiski vangi rektarans

Fígging

Fróðskaparsetur Føroya er í høvuðsheitum alment fíggjað við árligari játtan á løgtingsfíggjarlógini.

Aftrat játtanini er vaksandi tal av verkætlanum, sum hava uttanhýsis fígging. Her er talan um ph.d.-verkætlanir og aðrar granskingarverkætlanir, sum fáa granskingarstuðul frá Granskingarráðnum, altjóða granskingargrunnum og frá øðrum almennum og privatum samstarvspørtum.

Soleiðis verður arbeitt

Á Fróðskaparsetri Føroya verður arbeitt eftir málum og miðum í strategiætlanum, ið verða lagdar eftir hoyring hjá innan- og uttanhýsis áhugapørtum.

Virksemið speglar samfelagsligu áhugamálini í Føroyum, og Fróðskaparsetur Føroya er altíð til reiðar at taka ímóti uppskotum frá myndugleikum, vinnu og uttanhýsis áhugapørtum annars.

Strategi 2025-2030

Strategi 2020-2024

Strategi 2014-2024

Lógir og reglugerðir

Reglur og mannagongdir fyri virksemið hjá Setrinum

Stýrið

Størv


Góðskumenning av útbúgvingum

Lesandi

Samsýningar og ekstern fígging

Starvsfólk og samskifti

KT og dátuvernd:

Viðtøkur í atknýttum felagsskapi:

Leiðsla og bygnaður

Stýrið er evsti myndugleiki og hevur ábyrgdina av virksemi Fróðskaparsetursins mótvegis landsstýrisfólkinum. Stýrið setir í starv og loysir úr starvi rektara, dekanar og fyrisitingarstjóra.

Martin Tvede Zachariasen varð settur í starv sum rektari 1. januar 2023.

Á Setursskrivstovuni er Johan Ísak Suni Hansen fyrisitingarstjóri.

Aftrat Setursskrivstovuni eru fimm fakultet undir leiðslu av dekani:

  • Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini
  • Erika Anne Hayfield, dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini 
  • Peter Freere, dekanur á Náttúruvísindadeildini
  • Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi
  • Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini

Yvirskipaður bygnaður

Á Setursskrivstovuni eru Góðskueind, Granskingar- og framtakseind, Fíggjardeild, Starvsfólkadeild, KT-deild, Lestrarskrivstova og kunningar- og samskiftisfólk. Og á fakultetunum eru ymiskir granskingardeplar.

 

Dátuverndarkunning

Til starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetri Føroya

Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Fróðskaparsetri Føroya at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, og at lesandi og starvsfólk eru kunnað um, hvat er skrásett um viðkomandi sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.

Vit taka dátuvernd í álvara og hava tí skrivað hesa dátuverndarkunning, sum sigur, hvussu vit viðgera tínar persónsupplýsingar

  1. Vit eru dátuábyrgdari
  2. Nær viðger Fróðskaparsetur Føroya persónsupplýsingar um teg
  3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum
  4. Sløg av persónsupplýsingum
  5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
  6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
  7. Hvaðani persónsupplýsingarnar stava
  8. Tíðarskeiðið, sum persónsupplýsingarnar verða goymdar
  9. Tíni rættindi
  10. Rættur til kunning, innlit, rætting og striking
  11. Rætturin til viðgerðaravmarking, dátuflutning og mótmæli
  12. Rætturin at taka samtykki aftur
  13. Mannagongd fyri handfaring av broti á persónsdátutrygdina 

Søga

Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn 20. mai 1965 við latínska heitinum Academia Færoensis.

Tað vóru limirnir í Føroya Fróðskaparfelag, sum tóku stig til at fáa eitt universitet, fróðskaparsetur, í Føroyum. Føroya Fróðskaparfelag varð sett á stovn í 1952, og við tí fingu vit eisini Fróðskaparrit, sum framvegis gevur vísindaligar greinar út.

 

Verulig akademisk útbúgving byrjaði í 1970 við heimsspeki og skeiði til "filosofikum" og farið varð undir akademiskan próvlestur í 1972. 

Í 2008 vórðu Læraraskúlin, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og Fróðskaparsetur Føroya løgd saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya, tá løgtingið gjørdi av at umskipa tær fyrst nevndu útbúgvingarnar til akademiskar útbúgvingar.

Nógv er broytt síðani tá, og nú eru umleið 1000 lesandi á eini 25 ymsum akademiskum útbúgvingum á Fróðskaparsetri Føroya, sum eisini er í ferð við at fáa kampus til  sítt universitetsvirksemið.

Fyrrverandi rektarar á Setrinum:

Grafiskur samleiki

Her kanst tú taka niður grafiska samleikan, sum er galdandi fyri Fróðskaparsetur Føroya

Grafiskur samleiki