Dátuverndarkunning
- Vit eru dátuábyrgdari
- Nær viðger Fróðskaparsetur Føroya persónsupplýsingar um teg
- Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum
- Sløg av persónsupplýsingum
- Móttakarar ella bólkar av móttakarum
- Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
- Hvaðani persónsupplýsingarnar stava
- Tíðarskeiðið, sum persónsupplýsingarnar verða goymdar
- Tíni rættindi
- Rættur til kunning, innlit, rætting og striking
- Rætturin til viðgerðaravmarking, dátuflutning og mótmæli
- Rætturin at taka samtykki aftur
Vit eru dátuábyrgdari
Fróðskaparsetur Føroya er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persóns-upplýsingunum, ið vit hava móttikið um teg. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av persónsupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbroti, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Setrið:
Fróðskaparsetur Føroya
J. C. Svabos gøta 14
Postsmoga 272
FO-110 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
T-post: DPO@setur.fo
Um tú hevur spurningar til okkara viðgerð av tínum upplýsingum, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:
• Umvegis teldupost: Send teldupost til DPO@setur.fo, heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”
• Umvegis telefon: Tú kanst ringja til Setrið á telefon +298 352500
• Umvegis bræv: Fróðskaparsetur Føroya, J. C. Svabos gøta 14, Postsmoga 272, FO-110 Tórshavn, Att: dátuverndarfólk
Nær viðger Fróðskaparsetur Føroya persónsupplýsingar um teg
Fróðskaparsetur Føroya viðger persónsupplýsingar um teg í sambandi við virksemi hjá Setrinum, harundir tær uppgávur, vit sum universitet hava skyldu at loysa, og tær tænastur Setrið hevur skyldu ella hevur avgjørt at veita tær. Her er talan um nógvar ymiskar tænastur og er alt frá útbúgvingum sum bachelor, master, diplom, ymisk hjánám og stakgreinalestur v.m. til ph.d.-gransking og granskingarsamstørv umframt øll onnur tilboð, tænastur og skyldur, sum Setrið veitir lesandi, granskarum og samstarvsfeløgum.
Tað kann vera, at Setrið hevur gjørt eina avtalu við teg, og tað tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónsupplýsingar um teg.
Eisini kann tað vera, at tú hevur sent Setrinum ein fyrispurning, eina umsókn, eina klagu, eina starvsumsókn o.s.v.., sum ger, at Setrið skal viðgera tað, tú sendir inn, sum eitt mál. Hetta ger, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
Setrið kann eisini viðgera eitthvørt mál, har tú ert ein partur av málinum. Tá verða tínar persónsupplýsingar eisini viðgjørdar.
Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum
Fróðskaparsetur Føroya skal veita lesandi og samstarvsfeløgum allar lógarásettar tænastur og veitingar, og tí er tað neyðugt hjá Setrinum at viðgera tínar persónsupplýsingar.
Tað eru fleiri ymisk endamál við at viðgera tínar persónsupplýsingar:
• Setrið kann hava eina rættarliga skyldu yvirfyri tær, sum ger, at vit viðgera persónsupplýsingar um teg.
• Tað kunnu vera uppgávur, sum krevja viðgerð av tínum persónsupplýsingum, ið eru grundaðar á ta myndugleikaútinnan, sum Setrið hevur.
• Vit kunnu eisini hava fingið samtykki frá tær til at viðgera tínar persónsupplýsingar.
Heimild fyri okkara viðgerð
Tað kunnu sum víst omanfyri vera ymsar persónsupplýsingar, sum Setrið viðger, og heimildin er eisini ymisk.
• Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónsupplýsingum er í § 8, stk. 1, nr. 1-5, og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónsupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4 og nr. 6-7, og stk. 2 umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
• Um vit savna og viðgera persónsupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.
Sløg av persónsupplýsingum
Vit viðgera hesi sløg av persónsupplýsingum um teg:
• Roknast skal við, at Fróðskaparsetur Føroya viðger bæði vanligar persónsupplýsingar og viðkvæmar persónsupplýsingar um lesandi og samstarvsfelagar, alt eftir hvat viðgerðin snýr seg um.
Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Fróðskaparsetur Føroya letur í útgangsstøðinum ikki persónsupplýsingar víðari, sum Setrið hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.
Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini ella lógini um alment innlit o.s.v., at vit senda persónsupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað er tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða latnar víðari.
Harafturat nýta vit í summum førum dátuviðgerarar, sum hjálpa okkum at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónsupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.
Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Fróðskaparsetur Føroya nýtir sum útgangsstøði ikki veitarar ella dátuviðgerarar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum so sum til sosialar miðlar, har móttakarin er í USA.
Um so er, at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutningin – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið undir tínum upplýsingum er nøktandi.
Fróðskaparsetur Føroya brúkar Facebook
Fróðskaparsetur Føroya hevur eina Facebooksíðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook síðuna hjá Setrinum. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar til at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skalt síggja.
Um tú sært tað, sum liggur á Facebook, er tað helst, tí tú hevur skrásett tín vanga á Facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.
Her kanst tú lesa meira um cookiepolitikk hjá Facebook.
Hvaðani persónsupplýsingarnar stava
Setrið heintar tínar persónsupplýsingar, og fyri tað mesta eru tær beinleiðis frá tær, men tær kunnu eisini vera frá øðrum.
Í onkrum førum fær Fróðskaparsetur Føroya persónsupplýsingar um teg, um vit skulu viðgera eitt mál, sum tú á ein ella annan hátt ert ein partur av. Tá kunnu persónsupplýsingarnar vera komnar frá øðrum almennum myndugleikum ella felagsskapum sum til dømis TAKS, landsfólkayvirlitinum ella frá tí, sum hevur lagt málið fram fyri Setrið.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.
Tíðarskeiðið, sum persónsupplýsingarnar verða goymdar
Fróðskaparsetur Føroya hevur skyldu at ansa eftir, at persónsupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
Sum almennur myndugleiki skjalførir Fróðskaparsetur Føroya post, sum kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgir Fróðskaparsetur Føroya galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast.
Fróðskaparsetur Føroya hevur sambært fyrisitingarlógini og skjalasavnslógini o.ø. skyldu at varðveita upplýsingar í málum. Mál hjá Setrinum verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn. Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur Fróðskaparsetur Føroya ikki longur atgongd til upplýsingarnar.
Starvsumsóknir hjá teimum, sum ikki fingu starv hjá Setrinum, verða burturbeindar eitt ár eftir, at Fróðskaparsetur Føroya tók avgerð í málinum.
Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapitli 4 í dátuverndarlógini. Rættindini í dátuverndarlógini eru lýst niðanfyri. Rættindini eru ikki treytaleys, og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú vilt nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í broti 1 og 2).
Rættur til kunning, innlit, rætting og striking
Rætturin til kunning í §§ 23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.
Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálva/n rættaðar.
Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálva/n strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking. Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu vera aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál, sum áseta, at Setrið skal framhaldandi varðveita og viðgera tínar persónsupplýsingar.
Rætturin til viðgerðaravmarking, dátuflutning og mótmæli
Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónsupplýsingarnar.
Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónsupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónsupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.
Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.
Rætturin at taka samtykki aftur
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildi av okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Setrið á setur@setur.fo ella á telefon +298 352500
Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Metir tú, at Fróðskaparsetur Føroya ikki viðger tínar persónsupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum kl. 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo
---------
Hesin privatlívspolitikkur verður endurskoðaður og góðkendur av leiðsluni árliga.