12. Rætturin at taka samtykki aftur og at klaga til Dátueftirlitið
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykkið, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina. Tú kanst taka samtykki aftur við at venda tær til Setrið á setur@setur.fo ella á telefon +298 352500.
Klaga til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/ur við viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Metir tú, at Fróðskaparsetur Føroya ikki viðger tínar persónsupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum kl. 9.00 og 15.00. Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er www.dat.fo
Næsta (PDF - opnar í nýggjum vindeyga)