3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum
Fróðskaparsetur Føroya skal veita bæði starvsfólkum og lesandi allar lógarásettar tænastur og veitingar. Tí er tað neyðugt hjá Setrinum at viðgera persónsupplýsingar um teg.
Viðgerðin kann hava ymisk endamál og heimildir, m.a.:
· Setrið kann hava eina rættarliga skyldu mótvegis tær, sum ger, at vit viðgera persónsupplýsingar um teg.
· Tað kunnu vera uppgávur, sum krevja viðgerð av tínum persónsupplýsingum, ið eru grundaðar á ta myndugleikaútinnan, sum Setrið hevur.
· Í summum førum kann viðgerðin byggja á samtykki, ið tú sjálv/ur hevur givið.
3.1 Heimild fyri okkara viðgerð
Sum nevnt omanfyri viðger Fróðskaparsetrið ymisk sløg av persónsupplýsingum, og heimildin er tongd at slagi og endamáli.
· Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónsupplýsingum er í § 8, stk. 1, nr. 1-5 í dátuverndarlógini.
· Heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónsupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4 og nr. 6-7, stk. 2, § 11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
· Um vit savna og viðgera persónsupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin
í tráð við ásetingina í § 7, stk. 3 í dátuverndarlógini