4. Sløg av persónsupplýsingum
Fyri lesandi:
· Fróðskaparsetur Føroya viðger vanligar persónsupplýsingar um teg, so sum navn, bústað, føðingardag, telefonnummar, teldupost, lestrar-ID, próvtøl, banka-/gjaldsupplýsingar og login-upplýsingar.
· P-tal verður skrásett í sambandi við upptøku á Setrinum.
· Viðkvæmar persónsupplýsingar um lesandi kunnu eisini verða viðgjørdar, alt eftir hvør viðgerðin er. Hetta kann t.d. vera í sambandi við heilsuupplýsingar, ið verða nýttar til upptøku, ella um tú hevur boðað okkum frá, at tú hevur serligan tørv.
· Í sambandi við undirvísingina á Setrinum kann tað vera, at Zoom/TEAMS ella líknandi skipanir verða brúktar at stroyma undirvísingina. Tá kunnu myndir og tala verða skrásettar.
Fyri starvsfólk
· Fróðskaparsetur Føroya viðger vanligar persónsupplýsingar um starvsfólk, so sum navn, bústað, føðingardag, telefonnummar, teldupost, banka-/gjaldsupplýsingar og login-upplýsingar.
· P-tal hjá starvsfólkum verður skrásett í sambandi við útgjaldi av løn v.m.
· Í summum førum kunnu viðkvæmar persónsupplýsingar um starvsfólk eisini verða viðgjørdar, t.d. upplýsingar um yrkisfelagsligt tilknýti í sambandi við lønarútgjalding ella heilsuupplýsingar í sambandi við starvsfólkamál.
· Í sambandi við undirvísingina á Setrinum kann tað vera, at Zoom/TEAMS ella líknandi skipanir verða brúktar at stroyma undirvísingina. Tá kunnu myndir og tala verða skrásettar.