University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið

5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum

Fróðskaparsetur Føroya letur í útgangsstøðinum ikki persónsupplýsingar víðari, sum Setrið hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.

Í ávísum førum kann tað tó vera neyðugt at lata upplýsingar víðari fyri at halda lógarásettar skyldur, t.d. sambært fyrisitingarlógini, lógini um alment innlit ella aðrari viðkomandi lóggávu. Í slíkum førum verða einans tær persónsupplýsingar latnar víðari, sum eru neyðugar fyri at røkka endamálinum.

Setrið kann eisini í ávísum førum lata persónsupplýsingar víðari til aðrar almennar stovnar, sum Setrið samstarvar við. Eitt dømi er at senda teldupostadressur hjá teimum lesandi til Nám fyri at veita teimum eina betri tænastu, tá tey læna bøkur. Setrið kann eisini lata upplýsingar víðari til útbúgvingarstovnar, t.d. Danmarks Tekniske Universitet, Edinburgh Napier University ella aðrar útbúgvingarstovnar, sum vit samstarva við, um tú hevur søkt um lestrarpláss á hesum stovnum ígjøgnum Setrið. Í flestu førum viðgera hesir útbúgvingarstovnar tínar persónsupplýsingar sjálvstøðugt og til egið endamál.

Harafturat nýta vit í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónsupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.

Næsta