6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Sum meginregla verða persónsupplýsingar ikki fluttar til triðjalond (lond uttan fyri ES). Vit kunnu tó nýta útvaldar KT-veitarar, har viðgerð av persónsupplýsingum fer fram í triðjalandi. Hetta kann koma fyri í teimum førum, so sum til sosialar miðlar, har móttakarin er í USA.
Um so er, at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutningin – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið undir tínum upplýsingum er nøktandi.
6.1 Fróðskaparsetur Føroya brúkar Facebook
Fróðskaparsetur Føroya hevur eina Facebook-síðu, sum verður brúkt til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at Facebook savnar inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar Facebook-síðuna hjá Setrinum. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook brúkar hesar upplýsingarnar til at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skalt síggja.
Um tú sært tað, sum liggur á Facebook, er tað helst, tí tú hevur skrásett tín vanga á Facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook. Her kanst tú lesa meira um privatlívspolitikkin hjá Facebook
Her kanst tú lesa meira um privatlívspolitikkin hjá Facebook