University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið

7. Hvaðani persónsupplýsingarnar stava

Fyri lesandi:

Sum oftast heintar Setrið tínar persónsupplýsingar beinleiðis frá tær. Hetta kann t.d. vera í sambandi við upptøku á Setrinum, tilmelding til skeið, gjald fyri skeiðsluttøku, tilmelding til tíðindaskriv, um tú hevur boðað frá serligum tørvi, umsókn um góðskriving, skeiðseftirmetingar, umsókn um farloyvi, skrásetingar í sambandi við granskingarverkætlanir, skráseting av lestrarvirkni, skráseting av trivnaðarkanning og innsendar kærur frá tær v.m. Tær kunnu eisini vera frá øðrum, sum t.d. frá undirvísarum, í sambandi við útskriving av prógvi, frávera og skráseting av próvtøkum.

Tað kann eisini vera, at tú ert í onkrum bólki, sum t.d. í einum ráði fyri lesandi, ella tú ert vald/ur til eitthvørt stýri, sum verður skrásett á Setrinum.

Harumframt kann tað vera, at tú verður skrásett/ur í sambandi við eitthvørt tiltak á Setrinum. Hetta kann t.d. vera sum luttakari, og ein løtumynd verður tikin.

Eisini fær Fróðskaparsetur Føroya persónsupplýsingar um teg, um vit skulu viðgera eitt mál, sum tú á ein ella annan hátt ert ein partur av. Tá kunnu persónsupplýsingarnar vera komnar frá øðrum almennum myndugleikum ella felagsskapum sum t.d. TAKS, landsfólkayvirlitinum ella frá tí, sum hevur lagt málið fram fyri Setrið.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.

Fyri starvsfólk:

Sum oftast heintar Setrið tínar persónsupplýsingar beinleiðis frá tær. Hetta kann t.d. vera í sambandi við starvsumsókn, CV og frá setanarsamrøðuni. Tað kann eisini vera sum tilmælir frá einum ella fleiri av tínum fyrrverandi arbeiðsgevarum og starvsfelagum.

Tað kann eisini vera, at tú ert í onkrum bólki, sum t.d. í einum ráði, ella tú ert vald/ur til eitthvørt stýri, sum verður skrásett á Setrinum.

Næsta