8. Tíðarskeiðið, sum persónsupplýsingarnar verða goymdar
Fróðskaparsetur Føroya hevur skyldu at ansa eftir, at persónsupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
Sum almennur myndugleiki skjalførir Fróðskaparsetur Føroya post, sum kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgir Fróðskaparsetur Føroya galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast.
Fróðskaparsetur Føroya hevur sambært fyrisitingarlógini og skjalasavnslógini o.ø. skyldu at varðveita upplýsingar í málum og viðgerðum. Mál og skrásetingar hjá Setrinum verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn. Tá ið upplýsingarnar eru handaðar Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur Fróðskaparsetur Føroya ikki longur atgongd til upplýsingarnar.
Umsóknir hjá teimum lesandi, sum ikki fingu játtandi svar frá Setrinum, verða burturbeindar eitt ár eftir, at Fróðskaparsetur Føroya tók avgerð í málinum. Og umsóknir hjá teimum, sum hava søkt starv á Setrinum og ikki fingu játtandi svar, verða eisini burturbeindar eitt ár eftir, at Fróðskaparsetur Føroya tók avgerð í málinum.