University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið

Eduroam

Fróðskaparsetur Føroya veitir eduroam tráðleyst net til gestir frá stovnum, sum eru við í eduroam
Screenshot 2026 05 22 At 12 03 27 Community Input Needed For Eduroam Best Practices Internet2 Internet2

Fyrsta stig

Hetta fyrsta stigið veitir eduroam-atgongd til vitjandi brúkarar frá øðrum eduroam-stovnum.

Starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetri Føroya skulu fyribils halda fram við at brúka vanliga tráðleysa netið hjá Setrinum, til staðbundin eduroam-innritan fyri Seturs-brúkarar er sett upp í einum seinni stigi.

Tráðleyst net

Netnavn / SSID: eduroam  
Trygd: WPA2/WPA3 Enterprise / 802.1X  
Brongling: AES  
Atgongd: Internet-atgongd til vitjandi eduroam-brúkarar  
Dekningur: Allir bygningar hjá Fróðskaparsetri Føroya

Soleiðis kemur tú á

Vitjandi skulu seta eduroam upp eftir vegleiðingini frá sínum heimastovni.

Tú kanst eisini brúka eduroam Configuration Assistant Tool:

Trýst her

Nýtslutreytir

Nýtsla av eduroam á Fróðskaparsetri Føroya er treytað av:

- nýtslutreytunum hjá heimastovninum hjá brúkaranum
- eduroam-reglunum
- staðbundnu nýtslutreytunum hjá Fróðskaparsetri Føroya

Support

Vitjandi skulu fyrst venda sær til KT-stuðulin hjá sínum heimastovni.

Um talan er um staðbundnar trupulleikar við netinum á Fróðskaparsetri Føroya, kanst tú seta teg í samband við supportina her: 

Trýst her

Tøknilig kunning

Netnavn / SSID: eduroam  
Innritan: 802.1X  
Brongling: WPA2/WPA3 Enterprise  
IP-bústaður: DHCP  
Netatgongd: Bert internet-atgongd  
Innanhýsis skipanir hjá Setrinum eru ikki atkomuligar frá eduroam-gestanetinum