University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Logo Setrið Runt Rektangulert Format

Endamál

Gransking og undirvísing eru kjarnin

Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum.

Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum er ásett í løgtingslóg, er at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. Tað ger setrið í ávísum úrvaldum granskingar- og undirvísingargreinum. Granskingin hevur til endamáls at menna vísindaliga stigið á Setrinum og í landinum.

Harumframt skal Fróðskaparsetrið fyrireika og halda tey prógv og tær royndir, sum eftir fyriskipan landsstýrisins eru løgd undir setrið.

Fróðskaparsetrið skipar sjálvt fyri virksemi sínum innan fyri teir karmar sum løgtingslógin um Fróðskaparsetrið frá 2008 setur. Virksemið á Setrinum speglar altíð samfelagslig áhugamál, og Setrið er altíð til reiðar at taka ímóti uppskotum frá myndugleikum og vinnu.

Aðalmálið hjá Fróðskaparsetrinum er burðardygg menning av føroyska samfelagnum.

Arbeitt verður á Fróðskaparsetri Føroya eftir málunum og miðunum, sum verða løgd í strategiætlanirnar.

Strategi 2025-2030

Strategi 2020-2024

Strategi 2014-2024