Skriva út

Greinaskriving

Ein týdningarmikil partur av arbeiðnum hjá vísindafólki, er at miðla um tað arbeiðið, ið tey gera. Hetta verður gjørt á ymsan hátt: vísindaligum greinum í altjóða ritum, við framløgum og fyrilestrum bæðu uttanlanda og her heima, men eisini við styttri almannaskilligum greinum fyri vanliga fólkinum. Vísindafólk á Setrinum hava skrivað greinar av hesum slagi í greinarøðin VITAN OG VÍSINDI, sum hevur staðið í Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum í tveimum umførum, árini 2012 og 2013, hvørt árið við 10 greinum í part. Til høgru finnur tú leinkjur til hesar greinar

Lunnar verða lagdir til at skriva styttri almannaskilligar greinum longu í lestrinum. Dømi um hetta er greinarøðin "Heilsufremjan og fyribyrging", har lesandi á sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini á Sjúkrarøktardeildini á Fróðskaparsetri Føroya í 2014 høvdu sjey av greinunum  í Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum. Leinkja til hesar er somuleiðis at finna til høgru