Skriva út

Føroyska haran og haruveiðan í Føroyum

Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur síðani 2012 gjørt kanningar um føroysku haruna.

Hann hevur m.a. gjørt skráseting av:

  • hvussu nógvar harur árliga verða skotnar
  • um litbroytingar hjá haruni ígjøgnum tíðina síðani hon kom til Føroya
  • nær hon skiftir frá summarliti til vetrarlit

Í framtíðini eru eisini ætlanir at kanna, hvat haran etur, eins og at seta sendarar á nakrar livandi harur, fyri at kanna hvussu haran flytur seg.

Ein samandráttur av hesum kanningunum hjá Eyðfinni er nú savnaður í samanlagt 8 styttri filmsklippum um haruna og haruveiðuna í Føroyum. Vit fara komandi vikuna at leggja hesi á alnetið og leggja leinki til filmbrotini á heimasíðuna, fyrsti partur niðanfyri.

Partur 1

"Føroyska haran"

Partur 2

"Haruveiðan í Føroyum og hvussu hon er skipað"

Partur 3

"Haruveiðan í Føroyum – Hvussu nógv verður skotið og týdningurin av hesum"

Partur 4

"Søla og prísir á haruhøgum"

Partur 5

"Hvussu leingi livir ein hara"

Partur 6

"Verður ov nógv skotið"

Partur 7

"Stovnsrøkt av føroyska harustovninum"

Partur 8

"Haruskjóting – Ein mannfólkaítrótt burturav"

Eyðfinn Magnussen

Les meira um Eyðfinn Magnussen og hansara virkið sum granskari og undirvísari á Setrinum

Meira