University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið

Bygnaður

Leiðsla, fyrisiting og deildir

Fróðskaparsetur Føroya er ein almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.

Lógin fyri Fróðskaparsetrið ásetir at: "Fróðskaparsetur Føroya verður stjórnað av einum stýri. Rektarin leiðir Fróðskaparsetur Føroya innan karmar, sum stýrið ásetur."

Leiðsla

Stýrið er evsti myndugleiki og hevur ábyrgdina av virksemi Fróðskaparsetursins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið setir í starv og loysir úr starvi rektara, dekanar og fyrisitingarstjóra.

Martin Tvede Zachariasen varð settur í starv sum rektari 1. januar 2023.

Fyrisitingin er Setursskrivstovan, har Johan Ísak Suni Hansen er fyrisitingarstjóri.

Aftrat Setursskrivstovuni og Lestrarskrivstovuni, sum er undir Setursskrivstovuni, eru fimm deildir á  undir leiðslu av dekani:

  • Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini
  • Erika Anne Hayfield, dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini 
  • Peter Freere, dekanur á Náttúruvísindadeildini
  • Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi
  • Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini