Skriva út

Akademiska Ráðið

Mót- og viðspælið til leiðsluna

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya góðkendi 6. februar 2014 valreglur fyri akademiska ráðið. Hesar eru samsvarandi § 18 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við ll. nr. 51 frá 8. mai 2012. Mannagongdin fyri vali av akademiskum ráð verður henda:

Akademiska ráðið hevur níggju limir. Trý umboð fyri vísindastarvsfólkini verða vald á hvørjari megindeild. Eitt umboð fyri lesandi verður valt fyri hvørja megindeild. Rektarin er fastur limur og formaður í ráðnum. Umboð fyri vísindastarvsfólk verða vald fyri trý ár í senn og lesandi fyri eitt ár.

Øll fulltíðarlesandi, sum eru innskrivað á Setrinum tann fyrsta í mánaðinum, sum valið fer fram, eru valbær.

Uppgávur Akademiska ráðsins er m.a. at:

  • ummæla fíggjarligar raðfestingar
  • ummæla týðandi strategisk granskingar - og útbúgvingarmál
  • ummæla mannagongdir fyri setan av fakligum metingarnevndum
  • gera niðurstøður um tillutan av ph.d. og ph.d.h.c. heitunum
  • taka vísindaetiskar spurningar upp eftir áheitan ella av egnum ávum
  • aðrar uppgávur, ið verða lagdar til ráðið sambært reglum Setursins

Sí regluverk HER.