Skriva út

Hvat ger RTL?

RTL er við til:

 

• At skipa fyri tiltøkum á Setrinum, millum annað innleiðsludøgum og hugnakvøldum í kantinuni á Námsvísindadeildini á Frælsinum.

• RTL hjálpir við at upplýsa lesandi um týðandi mál, sum henda á Setrinum, eitt nú við upplýsing í sambandi við val av umboði teirra lesandi í Stýrinum, trivnaðarkanning á Setrinum og aðra kunning, sum kann vera viðkomandi fyri lesandi.

• Seinastu árini hevur ráðið serliga arbeitt við at betra um lestrarumhvørvið. Í apríl 2014 var tann fyrsta Seturskaféin. Byrjað var í smáum í táverandi hølum okkara í Bókbindaragøtu 8 í Eysturbýnum. Seturkaféin var væleydnað, umleið 40 lesandi vóru á gátt. Í november 2015 flutti Seturskaféin til Fr. Petersens gøtu 9, har tað javnan hava verið kaffidagar fríggjadag seinnapart og -kvøld. Síðan 2017 hava tiltøkini hjá RTL verið hildin í kantinuni á Námsvísindadeildini á Frælsinum, og ætlanin er framhaldandi at hava tiltøk har javnan.

• Ráðið arbeiðir fyri at fáa lesandi at vera meira virkin, áhugað og upplýst um síni lestrarviðurskifti. Fyri at ráðið skal kunna virka sum best fyri áhugamálum teirra lesandi, er umráðandi, at lesandi á øllum Setrinum brúka ráðið.