University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið

Førleikamenning av starvsfólkum

Skipað verður fyri verkstovum á øllum fakultetum og á Setursskrivstovuni. Endamálið er at geva starvsfólkum vitan um ymisk sløg av vitlíkisamboðum og royndir at brúka hesi amboð í verki í undirvísing, gransking og fyrisiting.

Stuðul til vitlíki

Starvsfólk kunnu søkja um at fáa hald til vitlíkisamboð. Endamálið við at brúka hesi amboð í undirvísing, gransking ella fyrisiting skal lýsast í sambandi við umbønina. Øll starvsfólk, sum fáa hald, verða biðin um at geva afturboðan um royndir sínar, t.d. á starvsfólkafundum. Eisini verður skipað fyri útvaldum størri royndum við at brúka vitlíki á ávísum økjum. Eitt innanhýsis útboð til stuðul til verkætlanir verður sent út seinni.

Samskifti um vitlíki

Á heimasíðu Setursins er ein undirsíða um vitlíki. Her verður kunnað sohvørt um politikk, átaksætlan, førleikamenning og royndir, og uttanhýsis mið um vitlíki í undirvísing, gransking og fyrisiting verða eisini partur av kunningini. Skipað verður somuleiðis fyri ymiskum framløgum og kunningarátøkum á starvsfólkafundum.

Umsókn um amboð

Starvsfólk skulu lúka nakrar treytir fyri at fáa vitlíkisamboð frá Fróðskaparsetri Føroya.

Ert tú starvsfólk á Setrinum, kanst tú søkja um vitlíkisamboð við at trýsta á knøttin niðanfyri og svara spurningunum í umsóknarskjalinum

Søk her