University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Artificial_Intelligence_-_GPU_-_High_Performance_Computing.jpg

Endamál

Endamálið við hesum politikki er at seta eina greiða og ábyrgdarfulla kós fyri, hvussu vitlíki skal brúkast á Setrinum. Vitlíki skal stuðla undir undirvísing, gransking og fyrisiting, og øll nýtsla skal taka atlit fyri dátuvernd, etikki og akademiskum integriteti.

Karmar

Politikkurin er galdandi fyri øll starvsfólk og lesandi á Setrinum – t.v.s. lesandi, undirvísarar, granskarar og fyrisitingarligt starvsfólk og øll onnur, sum brúka vitlíki í arbeiði, undirvísing ella gransking á Setrinum. Hetta fevnir eisini um verkætlanir og samstarv við triðja partar, tá vitlíki verður tikið í brúk.

Meginreglur

3.1 Akademiskur integritetur

Vitlíki má ikki nýtast sum eitt amboð til at skriva ella loysa akademiskar uppgávur ella avrik, sum skulu vísa sjálvstøðugt arbeiði. Tað er týdningarmikið at tryggja, at arbeiðið hjá lesandi og starvsfólki endurspeglar teirra egnu førleikar og vitan.

3.2 Gjøgnumskygni

Allir brúkarar skulu siga frá, tá vitlíki hevur verið nýtt í arbeiðinum. Um eitt skrivligt avrik er skrivað við hjálp frá vitlíki, skal tað upplýsast við keldutilvísing ella viðmerkingum.

3.3 Nýskapan og atgongd

Setrið vil skapa eitt umhvørvi, har tað bæði er loyvt og eisini verður eggjað til at kanna nýggjar hættir at læra og arbeiða við vitlíki, alt meðan etisk og faklig atlit verða tikin.

3.4 Tillaging

Vitlíkispolitikkurin er ikki statiskur. Politikkurin skal eftirmetast og dagførast við jøvnum millumbilum, serliga hvat viðvíkur broytingum í tøkni og lóggávu og við námsfrøðiligum og granskingaretiskum atliti. Menning og viðlíkahald av politikkinum skal gerast í tøttum samstarvi við ymiskar brúkarabólkar: Vísindastarvsfólk, lesandi, fyrisiting, KT og leiðslu. Øll skulu hava møguleika fyri at geva sítt íkast til innihaldið av politikkinum.

Vegleiðing um nýtslu

Vitlíki kann verða nýtt sum eitt hjálpartól til at útinna uppgávur – t.d. til hugarok (brainstorm), til umseting og til at umskriva tekst ella til at fáa hjálp við formligum arbeiði. Tó skal vitlíki ikki nýtast til at loysa uppgávur, sum skulu vísa sjálvstøðuga hugsan og fakliga greining, uttan at hetta verður beinleiðis loyvt.

Starvsfólk og lesandi mugu ikki nýta vitlíki á ein hátt, sum villleiðir, framleiðir skeivt tilfar ella letur vera við at taka viðkomandi upplýsingar við.

Nýtsla av vitlíki í gransking ella undirvísing skal altíð vera í samsvari við dátuverndarlógina. Brúkarar mugu ikki leggja viðkvæmar persónsupplýsingar í opin vitlíkistól uttan at tryggja, at dátur verða viðgjørdar í samsvari við persónsupplýsingarlógina.

Tilfar, sum verður framleitt við hjálp av vitlíki, skal eftirmetast og góðkennast av einum menniskja. Ábyrgdina av úrslitum og innihaldi, sum vitlíki framleiðir, hevur brúkarin.

Vitlíki skal setast í verk á ein hátt, sum tryggjar javnbjóðis atgongd og ikki styrkir skeivleikar ella ójavna.

Gransking, sum verður framd við stuðli frá vitlíki, skal fylgja vegleiðingum um gjøgnumskygni, endurskapan (reproducibility) og etiska framferð.

Stýring og ábyrgd

Ein stýrisbólkur hevur ábyrgd av at menna og halda politikkin dagførdan, savna afturboðanir og tryggja, at politikkurin er skrivaður í samsvari við lóg og menning innan útbúgving, gransking og verandi tøkni. Bólkurin skal hava umboð úr ymiskum deildum og funktiónum á Setrinum.

Granskingaretiska nevndin á Setrinum ráðgevur um ábyrgdarfulla nýtslu av vitlíki í gransking.

Innleiðing og nýtsla av tilfeingi

Í fyrstu atløgu verður eingin stór fíggjarlig íløga gjørd. Í staðin verður arbeitt við at veita greiðar vegleiðingar, leggja dent á námsfrøðiliga nýtslu og skipan av einum felags vitanardepli. Tað verður t.d. viðmælt at brúka Copilot í MS Office ella ókeypis útgávuna av ChatGPT – hetta í tryggum og væl defineraðum umstøðum.

Tilfeingi (loyvir v.m.) skal býtast javnt, og atlit skal takast fyri, at amboð eru atkomulig hjá brúkarum við ymiskum førleikum.

Afturboðan og menning

Eitt opið afturboðanarskjal verður tøkt á intranetinum, Forms, Teams e.l., har starvsfólk og lesandi kunnu boða frá royndum, seta spurningar ella lýsa trupulleikar við nýtsluni av vitlíki. Árligar ella hálvárligar frágreiðingar um nýtslu av vitlíki og afturboðanir verða deildar alment.

Afturboðan

Fylgi og váðastýring

Tá vitlíki verður misnýtt – t.d. til plagiat ella við at leggja inn dátur, uttan at atlit verður tikið til persónsupplýsingarlógina – verður hetta viðgjørt eftir verandi reglum fyri brot á akademiskar ella starvsligar siðreglur. Harumframt skulu undirvísarar hava greiðar reglur í sínum lærugreinum um, hvat er loyvt, og hvat ikki er loyvt. Brot á granskingarsiðvenju við vitlíki verða send nærmasta leiðara at taka støðu til.