Tíðindi um vitlíki
- Áheitan á Føroya Landsstýri um politiska støðutakan til vitlíki
- Vitlíki formliga skipað sum málsøki undir FMR
- Fíggjarmálaráðið fáa til vega heildarætlan
- Dátugrunnur um vitlíki í tí almenna í DK
- Flowcore og Vitlíkisstovan fyrireika heildarætlan
- UNESCO-tilmæli um vitlíki í Føroyum
- Forkanning um vitlíki handað FMR
Áheitan á Føroya Landsstýri um politiska støðutakan til vitlíki
24. september 2024 heittu Fróðskaparsetur Føroya, Almannaverkið, Kommunufelagið, Vinnuhúsið, Undirvísingarstýrið, Sjúkrahúsverkið, TAKS, Gjaldstovan og Talgildu Føroyar skrivliga á Føroya Landsstýri um at raðfesta og taka støðu til vitlíki.
- Vit heita á Føroya Landsstýri um at taka stig til at seta vitlíki á breddan politiskt. Hetta kann verða gjørt við:
- At vitlíki verður lagt sum serstakt málsøki til landsstýrisfólkið við ábyrgd av talgilding av samfelagnum (privat og alment)
- At skipa fyri vitanarátøkum og aðalorðaskifti fyri at økja um vitanina og tilvitskuna um vitlíki
- At orða visjónir, ætlanir og politikkir á økinum, umframt við fíggjarligari raðfesting at fremja hesar visjónir og ætlanir í verki
Vitlíki formliga skipað sum málsøki undir FMR
8. juli 2025 kom fráboðan frá løgmanni um broyting í málsøkjunum hjá landsstýrisfólkunum, so at vitlíki nú er málsøki undir Fíggjarmálaráðnum
Fíggjarmálaráðið fáa til vega heildarætlan
14. juli 2025 hevði Kringvarp Føroya samrøðu við Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, tá hon hevði fingið vitlíki undir sítt málsøki. M.a. boðaði hon frá, at Talgildu Føroyar skal gera eina forkanning, sum so verður grundarlag undir eini heildarætlan um vitlíki í Føroyum.
- Partur av Talgildu Føroyum 2.0 er eisini, at vit skulu hava ein talgildingarmyndugleika, tí vit vilja tryggja okkum, at vit fáa sum mest gagn burtur úr vitlíki, men at vit eisini verja okkum sum frægast móti teimum vandunum, sum vit vita eru, segði landsstýriskvinnan m.a.
Dátugrunnur um vitlíki í tí almenna í DK
Dátugrunnurin er mentur á Juridiska Fakultetinum á Keypmannahavnar Universiteti við stuðli frá Dreyer- og Illum-grunnunum og KU.
Eitt tvørfakligt toymi av lesandi í løgfrøði, sálarfrøði, heimspeki, tøkni-antropologi, dátuvísindi og hugmyndasøgu hevur savnað dátur saman og gjørt tekstirnar um vitlíkisskipanirnar. Alt innihald er góðskutryggjað av granskarunum, sum eru knýttir at hesi verkætlanini.
Í grunninum eru eisini tíðindagreinar, granskingarverkætlanir, poddvarp og annað tilfar um vitlíki í almenna geiranum.
Flowcore og Vitlíkisstovan fyrireika heildarætlan
Eftir alment útboð hevur Gjaldstovan valt Flowcore (nú Usable) við Vitlíkisstovuni sum undirveitara at standa fyri arbeiðinum at fyrireika arbeiðið at gera eina heildarætlan um vitlíki fyri Føroyar.
Heildarætlanin skal seta út í kortið, hvussu vitlíki kann brúkast til gagns fyri borgarar, vinnu og samfelagið sum heild. Hon skal:
- orða eina visión fyri almennu nýtsluna av vitlíki
- savna íkast frá stovnum og áhugapørtum í Føroyum
- fáa íblástur úr grannalondum
- enda við eini skrivligari frágreiðing við visión og tilmælum
UNESCO-tilmæli um vitlíki í Føroyum
Føroyska UNESCO-nevndin hevur handað Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni, tilráðing um etiskar leiðreglur fyri vitlíki, har heitt verður á politisku skipanina um gera lógir og regluverk, sum tryggja stýring og eftirlit við vitlíki.
Forkanning um vitlíki handað FMR
5. mai 2026 handaði Gjaldstovan Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, forkanning um vitlíki, sum er fyrsta stig í arbeiðinum at gera heildarætlan fyri, hvussu Føroyar á besta hátt kunnu gagnnýta vitlíki.