Skriva út

Ársskeið í sernámsfrøði

Komandi skúlaár verður høvi hjá starvsfólki í fólkaskúlum og miðnámsskúlum at koma á árskeið í sernámsfrøði á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Undirvíst verður í grundaleggjandi hugtøkum innan sernámsfrøði bæði sum námsfrøðiliga sergrein og sum partur av almennu námsfrøðini. Dentur verður lagdur á sernámsfrøðiligar avbjóðingar í gerandisdegnum í skúlanum, ið krevja sernámsfrøðiligt atlit. Undirvíst verður í arbeiðshættum at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum og á samstarv millum fakbólkar, fakøki og fakgeirar. Komið verður inn á serundirvísing, næmingalagað undirvísing og inkluderandi sernámsfrøði.

Undirvísingin fer fram á Námsvísindadeildini og verður umleið ein dag um mánaðin, níggju ferðir íalt. Sí neyvari innihaldslýsing og lestrarætlan longur niðri á síðuni.

Grundskeiðið gevur atgongd til víðari framhaldslestur í sernámsfrøði, sum eftir ætlan verður bjóðað út lestrarárið 2024/2025.

Avmarkað pláss er á skeiðnum og tilmelding fer fram HER.

Um umsóknirnar eru fleiri enn pláss eru fyri, og tær standa javnt í førleikum, verða plássini tillutað eftir nær umsóknin kom inn.

Kostnaður fyri skeiðið: 21.000 Kr.

Luttakaratal: í mesta lagi 25 luttakarar

Fortreytir fyri luttøku: Lærara- ella námsfrøðingaútbúgving, ella onnur viðkomandi útbúgving á sama stigi, umframt minst 2 ára starvsroyndir í fólkaskúla ella miðnámsskúla

Undirvísingardagar á heysti 2023: 7. sept., 28. sept., 26. okt., 16. nov og 7. des. sí ársyvirlit niðanfyri.

Umsóknarfreist: 1. juli 2023 og umsóknir skulu sendast til lestur@setur.fo