Atgonguskeið til B.Sc. í verkfrøði
Hevur tú bakgrund sum handverkari ella hevur arbeitt sum ófaklærdur handverkari í minst tvey ár, so kanst tú søkja inn á atgonguskeið til verkfrøðiútbúgvingina á Náttúruvísindadeildini á Setrinum. Við hesum skeiðinum sleppur tú undan eini 3-ára miðnámsútbúgving, sum annars er vanlig fortreyt fyri at verða tikin upp til verkfrøðilestur.
Atgonguskeiðið gevur beinleiðis atgongd gjøgnum kvotu 2 til bachelorútbúgvingina í Verkfrøði á Setrinum og verkfrøðiútbúgvingar í Danmark.
Tú søkir við at senda umsóknarblaðið niðanfyri til umsokn@setur.fo
Umsóknarfreistin er 1. juli 2025 á middnátt.
Kunning um skeiðið
Atgonguskeiðið er samskipað í samstarvi við Danmarks Tekniske Universitet, har meginparturin av undirvísingini fer fram talgilt frá klokkan 08:30-12:30 hvønn gerandisdag. Vanliga eru átta dagligar lektiónir, har 3-4 eru við undirvísara og 3-4 eru sjálvlestur.
Fakini, sum eru partur av atgonguskeiðnum, eru:
1. Lestrarhálva: Støddfrøði B-støði, alisfrøði B-støði, danskt C-støði, enskt C-støði.
2. Lestrarhálva: Støddfrøði A-støði, evnafrøði C-støði, danskt A-støði, enskt B-støði.
Eftir fyrstu lestarhálvu er skrivlig próvtøka í støddfrøði B og alisfrøði B.
Eftir seinnu lestrarhálvu er skrivlig próvtøka í evnafrøði C umframt munnlig og skrivlig próvtøka í støddfrøði A, danskt A og enskt B.
Undirvísingin er skipað soleiðis:
- Skemaløgd floksundirvísing í tíðarrúminum 08:30-12:30 (onkrar dagar til klokkan 13:00)
- Sjálvstøðugt arbeiði við pensum umleið 14 tímar um vikuna, har arbeitt verður við tekstum, uppgávuloysnum, v.m.
- Heimaarbeiði, sum fevnir um fyrireiking til undirvísing, innlatingar, stílar, frágreiðingar o.a.
- Hvørja lestrarhálvu verður skipað fyri tveimum døgum við starvsstovuvenjingum á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Stórar partar av arbeiðinum ber til at leggja sær til rættis, soleiðis sum tað passar einum. Tó er uppmøtingarskylda til alla undirvísing. Eisini er partur av heimaarbeiðnum krav.
Krav er, at ein hevur teldu við webcamera, hátalara og mikrofon, soleiðis at ein kann luttaka virkið í undirvísingini.
GG! Er tað langt síðani, at tú hevur gingið í skúla, skalt tú fyrireika teg til, at undirvísing og heimaarbeiði fer at krevja nógv av tær