Demensvinarlig viðgerð og røkt
- lestrarárið 2025/26
Á heysti í 2025 verður skeið um demensvinarliga viðgerð og røkt boðið út á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi.
Skeiðslýsing og skeiðsskrá fyri skeiðið finnur tú her:
Umsóknarfreistin er mánadagin 5. septembur 2025.
Tú søkir við at fylla út umsóknarblaðið og senda tað til umsokn@setur.fo.
Krøv fyri upptøku er, at tú hevur miðallanga heilsufakliga útbúgving og starvsettur í sjúkrahúsverkinum ella kommunalum bú- og heimatænastum.
Pláss er fyri 24 luttakarum og raðfest verður, at starvsfólk frá øllum sjúkrahúsum og bú- og heimatænastum verða upptikin.
Skeiðið er 10 ECTS og byrjar í viku 44.
Kostnaðurin fyri skeiðið er 7.500 kr.
Meira kunning:
Umsøkjarar, sum hava spurningar til skeiðið, kunnu venda sær til:
Sunrit Niklasdóttir, skeiðsábyrgdari og námslektari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á tlf. 292258 ella sunritn@setur.fo
ella
May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á tlf: 292253 ella maybritts@setur.fo