Skriva út

Ískoytisskeið, ið geva atgongd til útbúgvingina Master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya

  • Lestrartíð 1 ára parttíðarlestur
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Uml. 12
  • ECTS 30
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) kr. 8000,- fyri hvørt skeið

Endamál

Skeiðini eru ætlað leiðarum og fólki við leiðsluroyndum, sum starvast í almenna og privata geiranum, og sum ikki lúka upptøkutreytirnar til masterútbúgvingina í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya. Endamálið er, at tey lesandi menna ástøðiligu og verkligu førleikar sínar og ogna sær kunnleika um vísindalig ástøði og akademisk háttaløg, og læra at knýta egið yrki til hesi. Dentur verður lagdur á at knýta akademiskar førleikar at útbúgvingunum, sum tey lesandi hava frammanundan.

Bygnaður og innihald

1.Vísindaástøði 5 ECTS
2. Akademisk háttaløg við sjálvvaldum evni 10 ECTS
3. Ritgerð 15 ECTS

Skipan

Talan er um parttíðarlestur og er skipað sum hálvtíðarlestur yvir eitt lestrarár. Undirvíst verður umleið 3. hvørt vikuskifti - fríggjadagar kl. 14.00 -17.00 og leygardagar kl. 10.00 -14.00.
Í heysthálcuni 2022 verða skeiðini Vísindaástøði og Akademisk háttaløg lisin, meðan ritgerðin verður skrivað várhálvuna 2023. Fyrsta skeiðið byrjar 15. oktober í 2022 og seinasta skeiðið endar á sumri ella heysti 2023.

Undirvísing

Undirvísingin fer fram á føroyskum. Væntað verður, at umsøkjarar hava góðar førleikar í donskum og í enskum harumframt, tí nógv tilfar er á hesum málum.

Próvtøkur

Skreytblað verður latið, tá ið øll trý skeið eru staðin.

Upptøkutreytir

Upptøkutreyt er, at umsøkjarar hava miðnámsútbúgving og minst 2 ára hægri útbúgving ella aðrar fortreytir, ið kunnu javnlíkametast. CV og skjalprógv fyri minst 3 ára viðkomandi leiðsluroyndir skulu leggjast við umsóknini.

Lestrarskrivstovan metir í hvørjum einstøkum føri, um umsóknin lýkur upptøkukrøvini til skeiðini. Hetta verður gjørt við støði í prógvum frá eldri útbúgvingum og viðkomandi leiðsluroyndum.

Umsóknarblað finst HER. GG: Umsóknarfreistin er 16. septembur 2022.

Framhaldandi útbúgving

Eftir at hava tikið hesa øll trý skeiðini er møguleiki at søkja inn á masterútbúgvingina í leiðslu og skipan á Setrinum.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Súsannu Olsen, námslektara, á tlf. 299434 ella susannao@setur.fo.