1451.18 - Føroyskur sálmaskaldskapur (MA)


Skeiðsnummar
1451.18
Heiti
Føroyskur sálmaskaldskapur (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Lesandi skulu hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Tey lesandi ogna sær innlit í sálmin sum bundnan skaldskap við religiøsari funktión og góðar førleikar at greina føroyskar sálmar á markamótinum millum kirkjusøgu, bókmentasøgu og aldagamla, altjóða mentan.
Innihald
Í tí ástøðiliga partinum læra vit sálmahugtakið at kenna, soleiðis sum tað verður lýst í norðurlendskum og týskum tekstum. Í tí søguliga partinum skoða vit tann føroyska sálmin í mun til kirkjusøgu, bókmenta- og ævisøgu. Í tí greinandi og tulkandi partinum verða útvaldir sálmar viðgjørdir í mun til form (rím, rytmu, myndamál), innihald (bíbliu- og trúarhugtøk, upprunasálmur/umseting) og funktión (individ/kollektiv, lovsangur-læra-lívgan, tekstur og lag). Millum sálmaskøldini verða Jákup Dahl og Mikkjal á Ryggi, Sólrún Michelsen og Teitur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, framløgur, samrøður og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Eftir skeiðið duga tey lesandi við støði í ávísum sálmum: • nágreiniliga at eyðmerkja og greiða frá tí, sum sermerkir sálmin sum serligt tekstslag • sjálvstøðugt at greina og tulka sálmin við atliti at formi, innihaldi og funktión og meta kritiskt um hansara sterku og veiku eginleikar • at seta sálmin inn í eitt størri høpi í mun til føroyska og altjóða bókmenta- og kirkjusøgu • kritiskt at kjakast um munin millum eldri og yngri sálmar, traditión og endurnýggjan
Próvtøkuháttur
Samansett próvtøka við spurningi og framløgu. Studentarnir fáa eina viku at fyrireika eina framløgu á 30 min.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Balslev-Clausen, P. og Iversen, H. R. (ed.): Salmesang. Grundbog i hymnologi. Det Kgl. Vajsenhus’ Forlag 2014: s. 15-61: Salmesangens fænomenologi s. 218-236: Dansk salmehistorie Hansen J. R.: Tann fyrsta øldin við føroyskum sálmum (Óprentað handrit) Hansen, J. R.: “Færøske salmer i radioprogrammer.” Hansson, K-J et. al. (ed.): Dejlig er jorden. Psalmens roll i nutida nordiskt kultur- og samhällsliv. Åbo Akademis förlag 2001. Rößler, M.: Da Christus geboren war... Texte, Typen und Themen des deutschen Weihnachtsliedes. Calwer Verlag Stuttgart 1981: s. 9-41: Kriterien und Koordinaten – eine Grundlegung Sálmabók Føroya Kirkju. Føroyskt Kirkjumál 1990 Sálmabókaruppískoyt., Føroyskt Kirkjumál 2013 Onnur føroysk sálmasøvn eftir avtalu millum lesandi og undirvísara
Ábyrgd
Jákup Reinert Hansen