2450.15 - Liturgikk og hymnologi


Skeiðsnummar
2450.15
Heiti
Liturgikk og hymnologi
ECTS
10
Fortreytir
Skeiðið er serliga ætlað prestum í fólkakirkjuni og lesandi, sum útbúgva seg til hetta starv og hava lokið bachelorprógv í gudfrøði. Eisini onnur við hóskandi bachelorprógvi ella samsvarandi útbúgving og arbeiðsroyndum kunnu søkja um upptøku.
Endamál
Sambært LL nr. 48 frá 10. mai 2013 um størv í fólkakirkjuni §2, Stk. 1 skulu prestar hava lært nám í føroyskari kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu, áðrenn tvey ára starvstíð er lokin. Hetta er eitt av trimum kravdum skeiðum á tilsamans 30 ECTS.
Innihald
Skeiðið fellur í tveimum í lutfallinum 50:50. Fyrri partur viðger gudstænastuna, skipanir og innihald: eldri danskar og norskar skipanir, sum hava verið nýttar í Føroyum; løggilda føroyska altar- og ritualbókin; royndarútgávur 2012 og seinni. Kjakast verður um uppskotið til nýggjar føroyskar altarbøkur, og tær ætlaðu broytingarnar í gudstænastuskipanini verða samanbornar við galdandi skipanir í lutherskum grannakirkjum. Deknagudstænastan verður umrødd saman við spurninginum um tað menniskjansliga tilfeingið í stórum og smáum sóknum. Kannað verður, hvussu guðstænastan verður lýst í uttankirkjuligum bókmentum, og hvørjar møguleikar kirkjubygningarnir og teirra inventar bjóða. Seinni partur er sálmakunnleiki. Sálmabókarsøgan verður tikin ígjøgnum. Týðandi føroyskir sálmayrkjarar verða viðgjørdir og settir í samband við føroyska átrúnaðar- og mentanarsøgu. Útvaldir sálmar verða greinaðir og tulkaðir, og spurt verður, hvørja funktión hvør teirra hevur. Mett verður um sálmaløg og lagabøkur. Sálmabókaruppískoytið 2013 verður lisið og samanborið við Sálmabók Føroya Kirkju.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 12 x 3 tímar, lagað eftir kirkjuárinum og arbeiðsbyrðu prestanna. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak, kirkjuvitjan, skrivlig venjing og framløga frá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: • greiða frá føroyskum gudstænastuhaldi, søguligum fortreytum og tilfeingi • vísa neyvt innlit í kirkjunnar heilagu bøkur, løggildar bøkur eins væl og royndarútgávur • greina sálmar við atliti at høvundi og samtíð og við útliti til teirra leiklut í guðstænastligum høpi
Próvtøkuháttur
Skrivlig ritgerð við munnligari framløgu
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
1000-1500 síður. Umframt kirkjuligar handbøkur og nýggjari standardverk verður tilfar skannað og tøkt á stevnu.
Ábyrgd
Jákup Reinert Hansen