2451.15 - Lutherskur samleiki


Skeiðsnummar
2451.15
Heiti
Lutherskur samleiki
ECTS
10
Fortreytir
Skeiðið er serliga ætlað prestum í fólkakirkjuni og lesandi, sum útbúgva seg til hetta starv og hava lokið bachelorprógv í gudfrøði. Eisini onnur við hóskandi bachelorprógvi ella samsvarandi útbúgving og arbeiðsroyndum kunnu søkja um upptøku.
Endamál
Sambært LL nr. 48 frá 10. mai 2013 um størv í fólkakirkjuni §2, Stk. 1 skulu prestar hava lært nám í føroyskari kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu, áðrenn tvey ára starvstíð er lokin. Hetta er annað av trimum kravdum skeiðum á tilsamans 30 ECTS
Innihald
Í 2017 eru 500 ár liðin, síðani luthersku trúbótin byrjaði. Skeiðið fer at lýsa og viðgera ta ávirkan, sum henda rørsla fekk á vesturlendskan kristindóm við serligum atliti at trúar- og kirkjulívi her á landi. Arbeitt verður kirkjusøguliga og tematiskt við hesum evnum: Heimaandakt, katekismusundirvísing, andaligur vísusangur, føstuguðstænasta, at lesa lestur. Undirvíst verður í ástøði og søguligum yvirliti. Haraftrat skulu tey lesandi arbeiða sjálvstøðugt ella í bólkum við átrúnaðarligum tekstum, sum skulu greinast, tulkast, samanberast og setast inn í mentanarsøguligan og átrúnaðarligan samanhang. Spurt verður, hvønn týdning tann lutherski arvurin hevur í dag, og um tað framvegis ber til at tala um lutherskan samleika í Fólkakirkjuni í Føroyum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 12 x 3 tímar, lagað eftir kirkjuárinum og arbeiðsbyrðu prestanna. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak, bólkaarbeiði og framløga frá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: • skilja millum tey stóru rákini í teimum luthersku kirkjunum í 16.-21. øld og meta um tað árin, hesi rák hava havt á føroyskt trúarlív • vísa, at tey eru før fyri at arbeiða sjálvstøðugt við ymiskum átrúnaðarligum tekstasløgum og nýta tey kritiskt sum kirkjusøguligt keldutilfar • lýsa føroyska gudstrúgv gerandis og heilagt, í álvara og gaman, við dømum úr frásagnum og átrúnaðarligum skaldskapi • viðgera bæði stríð og samstarv millum kirkjuligar myndugleikar og embæti øðrumegin og tað virkna leikfólkið hinumegin • taka støðu til ta luthersku prædikuna sum livandi orð av prædikustólinum ella endurtøku í lestri og vísa á fyrimunir og vansar við hesum báðum sløgum av boðan
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
1000-1500 síður. Grundbók: P. M. Rasmussen: Tættir úr Føroya kirkjusøgu, Tórshavn 1978. (Er tøk sum flokssett) Felags tilfar verður skannað og sent umvegis teldupost. Lesandi velja sær haraftrat serstakt keldutilfar í samráð við undirvísara.
Ábyrgd
Jákup Reinert Hansen