2452.16 - Føroyskur kirkjurættur


Skeiðsnummar
2452.16
Heiti
Føroyskur kirkjurættur
ECTS
10
Fortreytir
Skeiðið er serliga ætlað prestum í fólkakirkjuni og lesandi í gudfrøði og løgfrøði við loknum bachelorprógvi. Eisini onnur við hóskandi bachelorprógvi ella samsvarandi útbúgving og arbeiðsroyndum kunnu søkja um upptøku.
Endamál
Sambært LL nr. 48 frá 10. mai 2013 um størv í fólkakirkjuni §2, Stk. 1 skulu prestar hava lært nám í føroyskari kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu, áðrenn tvey ára starvstíð er lokin. Hetta er tað triðja av trimum kravdum skeiðum á tilsamans 30 ECTS. Skeiðið er samstundis eisini dogmatiskt skeið, ið verður boðið út í MA í løgfrøði á Setrinum.
Innihald
Í 2007 yvirtóku føroyskir myndugleikar bæði ta umsitingarligu og ta fíggjarligu ábyrgdina av Fólkakirkjuni í Føroyum. Í hesum sambandi byrjaði eitt sjálvstøðugt føroyskt lógarsmíð á tí kirkjuliga økinum, sum nú er komið at enda at kalla. Summar danskar lógir eru tó galdandi enn, eins og ávísar almennar lógir eisini í vissan mun eru í gildi innan kirkjuveggja. Høvuðsevni, sum verða viðgjørd á skeiðinum, eru hesi: • Fólkakirkjan sum trúarsamfelag: játtanargrundarlag og læra, løggilding og kirkjulig umsjón, trúarfrælsi og samvitskufrælsi • Limaskapur: rættindi og skyldur • Skipan: sókn, prestagjald, próstadømi, biskupsdømi, samstarv • Stjórnarviðurskifti: kirkjuráð, próstadømisráð, stiftsstjórn, løgting og landsstýri, fyrisitingarlógin • Fíggjarviðurskifti: kirkjukassin, kirkjuskattur, kirkjugrunnurin, landskassastuðul, fíggjarætlan og samráð • Embæti: prestur, próstur, biskupur, setanartilgongd • Starvsfólk: sjálvboðin og lønt • Bygningar: bygging og innrætting, rakstur, nýtsla, friðingarmyndugleikar • Aðrar lógir, eitt nú tænastumannalógin, navnalógin, hjúnabandslógin, halgidagslóggávan • Sjálvbodnir felagsskapir • Onnur trúarsamfeløg
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 4-6 tímar eina ferð um vikuna í viku 14, 15, 16, 17, 18, 20, 21 og 22. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur og kjak. Møguleiki verður eisini fyri bólkaarbeiði og framløgu frá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið eru tey lesandi før fyri at: • greiða frá teimum søguligu og politisku fortreytunum fyri tí fólkakirkjuskipan, sum er í Føroyum í dag • lýsa tað kirkjuliga lógarverkið í síni heild • virka eftir hesum lógum í embætisførslu, starvi og umsiting • ráðgeva teimum, sum gera lønt ella ólønt arbeiði í fólkakirkjuni
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd á 4 tímar
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður latin teimum lesandi. Tilfarið fevnir m.a. um galdandi lógir, kunngerðir og viðmerkingar til lógirnar umframt brot úr hóskandi kirkjurættarligum verkum.
Ábyrgd
Jákup Reinert Hansen