6101.20 - Kirkjurættur


Skeiðsnummar
6101.20
Heiti
Kirkjurættur
ECTS
10
Fortreytir
Skeiðið er serliga ætlað prestum í fólkakirkjuni og lesandi í gudfrøði við loknum bachelorprógvi.
Endamál
Skeiðið skal geva sóknarprestum tilvitsku og kunnleika um føroyska kirkjuskipan og -embætisførslu.
Innihald
Høvuðsevni, sum verða viðgjørd á skeiðinum, eru hesi: • Fólkakirkjan sum trúarsamfelag: játtanargrundarlag og læra, løggilding og kirkjulig umsjón, trúarfrælsi og samvitskufrælsi • Limaskapur: rættindi og skyldur • Skipan: sókn, prestagjald, próstadømi, biskupsdømi, samstarv • Stjórnarviðurskifti: kirkjuráð, próstadømisráð, stiftsstjórn, løgting og landsstýri, fyrisitingarlógin • Fíggjarviðurskifti: kirkjukassin, kirkjuskattur, kirkjugrunnurin, landskassastuðul, fíggjarætlan og samráð • Embæti: prestur, próstur, biskupur, setanartilgongd • Starvsfólk: sjálvboðin og lønt • Bygningar: bygging og innrætting, rakstur, nýtsla, friðingarmyndugleikar • Aðrar lógir, eitt nú tænastumannalógin, navnalógin, hjúnabandslógin, halgidagslóggávan • Sjálvbodnir felagsskapir • Onnur trúarsamfeløg.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur og kjak. Møguleiki verður eisini fyri bólkaarbeiði og framløgu frá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið eru tey lesandi før fyri at: • lýsa tað fólkakirkjuliga lógarverkið í síni heild við sínum søguligu og politisku fortreytum • greiða frá tí kirkjuligu lóggávuni við atliti at embætisførslu, starvi og umsiting
Próvtøkuháttur
Prógv verður latið fyri skjalprógvaða luttøku. Staðið/ ikki staðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður latin teimum lesandi. Tilfarið fevnir m.a. um galdandi lógir, kunngerðir og viðmerkingar til lógirnar umframt brot úr hóskandi kirkjurættarligum verkum – tøkt á Moodle undan undirvísing.
Ábyrgd
Jákup Reinert Hansen