2450.21 - Liturgikk og hymnologi


Skeiðsnummar
2450.21
Heiti
Liturgikk og hymnologi
ECTS
10
Fortreytir
Skeiðið er serliga ætlað prestum í fólkakirkjuni og lesandi, sum útbúgva seg til hetta starv og hava lokið bachelorprógv í gudfrøði. Onnur við hóskandi bachelorprógvi ella samsvarandi útbúgving og arbeiðsroyndum kunnu søkja um upptøku á samsvarandi skeiði nr 2469.21.
Endamál
Skeiðið skal geva prestum og gudfrøðilesandi tilvitsku og kunnleika um fólkakirkjunnar gudstænastuskipan og føroyskan sálmaskaldskap.
Innihald
Fyrra helvt av skeiðinum viðger gudstænastuna: • Guðstænastuskipanir og innihald: eldri danskar og norskar skipanir, sum hava verið nýttar í Føroyum, løggildar føroyskar altar- og ritualbøkur • Deknagudstænastan og tað menniskjansliga tilfeingið í stórum og smáum sóknum • Guðstænastan lýst í uttankirkjuligum bókmentum • Kirkjubygningarnir og teirra innbúgv Seinna helvt er sálmakunnleiki: • Hymnologisk ástøði • Sálmabókarsøgan, Sálmabók Føroya Kirkju, Sálmabókaruppískoytið 2013 • Føroyskir sálmayrkjarar og teirra samband við átrúnaðar- og mentanarsøgu • Greining av útvaldum sálmum: formur, innihald og funktión
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak og framløga frá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið eru tey lesandi før fyri at: • greiða frá føroyskum gudstænastuhaldi, søguligum fortreytum og tilfeingi • greina sálmar við atliti at høvundi og samtíð og við útliti til teirra leiklut í gudstænastligum høpi • lýsa nútíðar liturgisk rák og taka støðu til tey • kjakast um liturgisk og hymnologisk fyrilit, sum mugu takast, tá ið skipað verður fyri guðstænastu
Próvtøkuháttur
Prógv verður latið fyri skjalprógvaða luttøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 1000 síður. Umframt kirkjuligar handbøkur og nýggjari standardverk verður tilfar skannað og tøkt á stevnu.
Ábyrgd
Jákup Reinert Hansen