Skriva út

Ískoytisútbúgving til bachelor fyri námsfrøðingar og lærarar

Endamálið við ískoytisútbúgvingin er at geva fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum, sum eru útbúnir eftir eldri lógum, ið ikki eru á bachelorstigi, ástøðiligan og verkligan førleika og kunnleika til vísindalig ástøði og háttaløg, og harvið uppstiga teirra útbúgving til bachelor.

Útbúgvingin leggur seg eftir at knýta akademiskar førleikar at námsfrøðiligu útbúgvingunum, sum tey lesandi hava frammanundan. Námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar lesa saman og samstarva tvørtur um starvsøki.Ískoytisútbúgvingin til bachelor er sett saman við trimum skeiðum, og undirvísingin fer fram í vikuskiftum.

Útbúgvingin er parttíðarlestur, skipað sum hálvtíðarlestur yvir eitt ár. Undirvíst verður annan ella triðja hvønn fríggjadag seinnapart, og í fyrstu lestrarhálvu (á heysti) verður eisini undirvíst leygardagar. Møtt verður 7-8 ferðir hvørja lestrarhálvu, fríggjadagar kl. 14-17, leygardagar kl. 10-14.

Byrjað verður fríggjadagin 2. september 2022.

Kostnaðurin fyri hvørt modul er kr. 8.000.

  1. Vísindaástøði, 5 ECTS.
  2. Akademisk háttaløg við sjálvvaldum evni, 10 ECTS
  3. BEd-verkætlan, 15 ECTS (4 tímar munnlig vegleiðing).

Í heysthálvuni verða skeiðini ”Vísindaástøði” og ”Akademisk háttaløg” lisin, meðan bachelorritgerðin verður skrivað í várhálvuni.

 

Umsóknarfreist er 1. juni 2022.

Umsóknarblað fæst HER