Skriva út

Eftirútbúgvingartilboð

Linjugreinalestur fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar lestrarárið 2021-2022

Lestrarárið 2021 – 2022 verða linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgvingartilboð til lærarar og námsfrøðingar  Undirvísingin fer fram saman við lesandi á Námsvísindadeildini, og undirvíst verður vanliga tveir – í einstøkum føri tríggjar - dagar um vikuna á 6 tímar.

Linjugreinarnar hjá lærarum, sum telja 40 ECTS, eru býttar upp í 3 skeið, og møguleiki er at taka eitt ella fleiri av teimum skeiðum sum linjugreinarnar eru settar saman av. Linjugreinarnar hjá námsfrøðingum, sum telja 30 ECTS, eru býtt í tvey skeið.

Øll eftirútbúgvingarskeið verða ECTS-mett. Luttøka í eftirútbúgvingartilboðunum kann verða avmarkað vegna plásstrot.

Kostnaðurin fyri hetta slag av eftirútbúgving er kr. 200 pr. ECTS, umframt 6.000 kr fyri starvslæru hjá lærarum og 4.000 kr. fyri starvslæru hjá námsfrøðingum.

Lestrarárið 2021-2022 verða hesar linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgving:

Fyri fólkaskúlalærarar:

  • Kristni og átrúnaður
  • Søga og samtíð
  • Alis- og evnafrøði

Linjurnar hjá lærarum eru frá august 2021 til um páskini 2022.

Fyri námsfrøðingar:

  • Kreativ námsfrøði
  • Heilsa, kroppur og rørsla

Linjurnar hjá námsfrøðingum eru frá august 2021 til januar 2022.

Umsóknarfreist er 1. juni 2021

Umsóknarblað fæst HER