Skriva út

Eftirútbúgvingartilboð

Starvslæruvegleiðaraskeið fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar lestrarárið 2021-2022

Komandi lestrarár verður møguligt hjá lærarum og námsfrøðingum at menna sínar førleikar at taka móti lesandi í starvslæru, og hjá lærarum eisini at menna sínar førleikar sum akkersfólk hjá nýggjum lærarum úti á skúlunum.

Umsóknarblað og skeiðslýsingar eru at finna í kassunum til høgru.

Skeiðini til lærarar og námsfrøðingar eru ymisk.

Skeið í starvslæruvegleiðing og akkersfólkauppgávuni fyri fólkaskúlalærarar

Skeiðið verður skipað við 9 temamodulum, og undirvísingin fer fram 3. hvønn fríggjadag frá kl. 9:00 til 14:00 frá 10. septembur 2021 til 3. juni 2022. Undirvísingarætlan sæst HER.

Um skeiðið:  
Tal av ECTS 15
Prísur 21.000 kr.
Minsta tal av luttakarum 12
Mesta tal av luttakarum 24
Fortreytir Læraraprógv umframt minst 2 ára starvsroyndir um lærari

 

Tú fært nærri kunning um skeiðið við at venda tær til Hans Harryson á HansH@setur.fo

 

Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar

Undirvísing er fimm fríggjardagar frá kl. 9:00 til 14:00 frá viku 43 til viku 12. Luttakararnir hava ein starvslærulesandi, sum tey skulu vegleiða á egnum arbeiðsplássi, frá viku 5 til 12 í 2022. Undirvísingarætlan sæst HER.

Um skeiðið:  
Tal av ECTS 10
Prísur 14.000 kr.
Minsta tal av luttakarum 12
Mesta tal av luttakarum 24
Fortreytir Námsfrøðingaprógv umframt minst 2 ára starvsroyndir sum námsfrøðingur

 

Tú fært nærri kunning um skeiðið við at venda tær til Anniku Antoniussen á AnnikaA@setur.fo