Skriva út

Ískoytisútbúgving í føroyskum kirkjukunnleika

Tann yrkisrættaða ískoytisútbúgvingin fyri prestar í fólkakirkjuni er skipað við støði í Løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 2013 um embæti og størv í fólkakirkjuni § 2. Stk 1: Tann, ið ikki hevur tikið lært nám í føroyskari kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu, sum galda í fólkakirkjuni í Føroyum, áðrenn hann søkir embæti fyrstu ferð, hevur embætisskyldu at taka tey, áðrenn 2 ára starvstíð er lokin.

Síðani september 2014 hevur henda útbúgving verið staðsett á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum, sum skipar fyri trimum kravdum skeiðum: Liturgikk og hymnologi, Kirkjusøga og Kirkjurættur, hvørt teirra 10 ECTS.

Skeiðini kunnu takast í tilvildarligari raðfylgja og eru ókeypis fyri prestar.

Nýtt umfar byrjaði várið 2020 og endar várið 2021:

2457.20 Føroysk kirkjusøga í 18. øld, várið 2020
2461.20 Kirkjurættur, heystið 2020
2450.21 Liturgikk og hymnologi, várið 2021 (til prestar)

Tann, sum hevur lokið øll trý skeiðini fær prógv fyri skjalprógvaða luttøku.

Sí útbúgvingarprofilin her.

Prestar í starvi tekna seg til luttøku hjá próstinum: domprost@kirkjan.fo, við Cc til jakuprh@setur.fo

Nærri upplýsingar: Jákup Reinert Hansen, lektari, Ph.d., fartlf. 292588.

Væntast kann, at samsvarandi skeið samstundis verða boðin út til onnur lesandi sum stakskeið ella sum partur av øðrum útbúgvingum.