Eftirútbúgvingartilboð
Starvslæruvegleiðaraskeið fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar lestrarárið 2022-2023
Komandi lestrarár verður møguligt hjá lærarum og námsfrøðingum at menna sínar førleikar at taka móti lesandi í starvslæru, og hjá lærarum eisini at menna sínar førleikar sum akkersfólk hjá nýggjum lærarum úti á skúlunum.
Umsóknarblað og skeiðslýsingar eru at finna í kassunum til høgru.
Skeiðini til lærarar og námsfrøðingar eru ymisk.
Skeið í starvslæruvegleiðing og akkersfólkauppgávuni fyri fólkaskúlalærararSkeiðið verður skipað við 9 temamodulum, og undirvísingin fer fram 3. hvønn hósdag frá kl. 12:30 til 15:30 frá 8. septembur 2022 til 1. juni 2023. Undirvísingarætlan sæst HER.
Um skeiðið: | |
Tal av ECTS | 15 |
Prísur | 21.000 kr. |
Minsta tal av luttakarum | 12 |
Mesta tal av luttakarum | 24 |
Fortreytir | Læraraprógv umframt minst 2 ára starvsroyndir um lærari |
Tú fært nærri kunning um skeiðið við at venda tær til Hans Harryson á HansH@setur.fo.
Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar
Undirvísing er fimm fríggjardagar frá kl. 9:00 til 14:00 frá viku 43 til viku 12. Luttakararnir hava ein starvslærulesandi, sum tey skulu vegleiða á egnum arbeiðsplássi, frá viku 5 til 12 í 2023. Undirvísingarætlan sæst HER.
Um skeiðið: | |
Tal av ECTS | 10 |
Prísur | 14.000 kr. |
Minsta tal av luttakarum | 12 |
Mesta tal av luttakarum | 24 |
Fortreytir | Námsfrøðingaprógv umframt minst 2 ára starvsroyndir sum námsfrøðingur |
Tú fært nærri kunning um skeiðið við at venda tær til Anniku Antoniussen á AnnikaA@setur.fo.