University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving
Læraraskúlin.jpg

Masterskeið - heystið 2026

Námsvísindadeildin bjóðar spennandi og fjølbroytt skeið á masterstigi.

Niðanfyri sært tú úrvalið og kanst kunna teg nærri um einstøku skeiðini.

Gevið gætur, at umsóknarfreistin er á midnátt fríggjadagin 1. mai 2026.

Umsóknarblað

Gjaldsváttan

 

Upptøkutreytirnar eru, at umsøkjarar hava bachelorútbúgving í undirvísing og/ella námsfrøði - ella eina sambæriliga útbúgving. Haraftrat skal umsøkjari hava tvey ára viðkomandi starvsroyndir.

Fyri umsøkjarar, har Undirvísingarstýrið ikki rindar, er gjaldið fyri skeiðið 1.000 krónur fyri hvørt ECTS-stig. 

Tey, sum verða innstillað av skúlaleiðslu og fáa játtan frá Undirvísingarstýrinum, skulu viðfesta váttan frá skúlaleiðsluni saman við umsóknini. 

*hædd skal takast fyri at broytingar kunnu henda í ásettu undirvísingardøgunum. 

Inkluderandi sernámsfrøði

UndirvísingardagurTíð á degi
MánadagurKl. 12.00 - 16.00

Inkluderandi sernámsfrøði sum hugsjón og í verki - 10 ECTS (heyst 2026)

 

Menning av talgildari undirvísing í verki

UndirvísingardagurTíð á degi
TýsdagurKl. 12.00 - 16.00

Menning av talgildari undirvísing í verki - 10 ECTS (heyst 2026)

 

Samfelag, skúli og heim

UndirvísingardagurTíð á degi
MánadagurKl. 12.00 - 16.00

Samfelag, skúli og heim – 10 ECTS (heyst 2026)

 

Alis- og evnafrøði sum undirvísingarfak

UndirvísingardagurTíð á degi
TýsdsagurKl. 12.00 - 16.00

Alis- og evnafrøði sum undirvísingarfak - 10 ECTS (heyst 2026)

 

Konflikthandfaring

UndirvísingardagurTíð á degi
FríggjadagurKl. 12.00 - 16.00

Konflikhandfaring og didaktiska tilgongdin í námsfrøðiliga arbeiðnum við børnum og ungum – 10 ECTS (heyst 2026)

 

 Meira kunning:

Umsøkjarar, sum hava spurningar um skeiðini og ætlaðu masterútbúgvingina kunnu seta seg í samband við Fridu Poulsen, varadekan á Námsvísindadeildini á 299417, FridaP@setur.foella Hans Harryson, varadekan á Námsvísindadeildini á 299424, HansH@setur.fo.