Eftirútbúgvingarskeið á Námsvísindadeildini
Námsvísindadeildin bjóðar fleiri ymisk eftirútbúgvingarskeið lestrarárið 2025-2026.
Umsóknarblaðið finnur tú her, saman við einari gjaldsváttan til arbeiðsgevara at fylla út.
Umsóknarblað - umsóknarfreistin er longd til 1. juni
Til ber at søkja um upptøku á ávísu skeiðini sum stakgreinar, og til ber at søkja inn á fleiri skeið í senn.
Upptøkutreytin fyri hesi skeið er, at umsøkjarin hevur eina bachelorútbúgving innan undirvísing og/ella námsfrøði, ella sambæriliga útbúgving, umframt at viðkomandi skal hava tvey ár av viðkomandi starvsroyndum.
Talan er um gjaldsskeið og prísurin verður kunngjørdur seinni.
Framíhjárættur verður givin til tey sum verða innstillað av skúlaleiðslu og fáa játtan frá Undirvísingarstýrinum. Hesi skulu viðfesta váttan frá skúlaleiðslu saman við umsóknini. Tó undantikið skeiðini undir “Konflikthandfaring” og “Starvslæru vegleiðing”.
Í lestrarárinum 2025/2026 bjóðar deildin hesi eftirútbúgvingarskeið:
Inkluderandi sernámsfrøði
Undirvísingardagur | Tíð á degi |
Mánadagur | Kl. 12.00 - 16.00 |
Mál-, lesi- og skrivimenning - 10 ECTS (heyst 2025)
Lesi- og skriviavbjóðingar, orðblindni og tøknilig amboð - 10 ECTS (vár 2026)
Mentanar- og málsligt fjølbroytni – máltøka, læring og undirvísing - 10 ECTS (heyst 2025)
Inkluderandi sernámsfrøði. Samskifti, relatión og trivnaður: børn í kreppu, sorg og trauma - 10 ECTS (vár 2026)
Inkluderandi sernámsfrøði - Verkætlanaruppgáva - 15 ECTS (bíðar)
KT-didaktikkur og talgildisbúgving
Undirvísingardagur | Tíð á degi |
Týsdagur | Kl. 12.00 - 16.00 |
Tøknifatan og talgildisbúgving - 10 ECTS (heyst 2025)
Læritøkni og talgildar lærugongdir - 10 ECTS (vár 2026)
Floksleiðsla og flokslærarauppgávan
Undirvísingardagur | Tíð á degi |
Mánadagur | Kl. 12.00 - 16.00 |
Flokslærarin og samstarv – 10 ECTS (heyst 2025)
Relatiónsførleiki og floksleiðsluførleiki – 10 ECTS (vár 2026)
Náttúrufaksdidaktikk
Undirvísingardagur | Tíð á degi |
Týsdsagur | Kl. 12.00 - 16.00 |
Lívfrøði og náttúrulærufrøði – 10 ECTS (heyst 2025)
Útinámsfrøði og útiskúli - 10 ECTS (vár 2026)
Undirvísingardagur | Tíð á degi |
Fríggjadagur | Kl. 12.00 - 16.00 |
Konfliktfatan í námsfrøðiliga arbeiðinum við børnum og ungum – 10 ECTS (heyst 2025)
Konflikthandfaring í námsfrøðiliga arbeiðinum við børnum og ungum – 10 ECTS (vár 2026)
Starvslæruvegleiðaraskeið
Undirvísingardagur | Tíð á degi |
Fríggjadagur | Kemur seinni |
Starvslæruvegleiðaraskeið fyri námsfrøðingar – 10 ECTS (heyst 2025)
Meira kunning:
Umsøkjarar, sum hava spurningar til skeiðini og ta eftir ætlan komandi masterútbúgvingina, kunnu venda sær til:
Fridu Poulsen, varadekan á Námsvísindadeildini á 299417 ella FridaP@setur.fo
ella
Hans Harryson, varadekan á Námsvísindadeildini á 299424 ella HansH@setur.fo.
6550.25 - Flokslærarin og samstarv
6573.25 - Inkluderandi sernámsfrøði: Samskifti, relatión og trivnaður: Børn í kreppu, sorg og trauma
6585.25 - Konfliktfatan í námsfrøðiliga arbeiðnum við børnum og ungum
6586.25 - Konflikthandfaring í námsfrøðiliga arbeiðnum við børnum og ungum
6561.25 - Læritøkni og talgildar lærutilgongdir
6571.25 - Lesi- og skriviavbjóðingar og orðblindi og tøknilig amboð
6580.25 - Lívfrøði og náttúrulærufrøði
6570.25 - Mál-, lesi- og skrivimenning
6572.25 - Mentanar- og málsligt fjølbroytni – Máltøka, læring og undirvísing