University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving

Klinisk vegleiðaraútbúgving

Lestrarárið 2026/2027

 

Á heysti í 2026 verður klinisk vegleiðaraútbúgving boðin út á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi.

Skeiðslýsing og skeiðsskrá fyri skeiðið finnur út her:

Skeiðslýsing

Skeiðsskrá

Kunning

Umsóknarfreistin er mánadagin 1. juni 2026 á middnátt.

Umsóknarblað

Útbúgvingin er samansett soleiðis, at hon gevur tær neyðugu førleikarnar til millum annað at vegleiða og meta lesandi í klinisku undirvísingini í heilsuútbúgvingum.

Krøv fyri upptøku er, at tú hevur miðallanga heilsufakliga útbúgving.

24 pláss eru á skeiðinum og framíhjárætt hava sjúkrarøktarfrøðingar og økir, sum serliga mangla kliniskar vegleiðarar.

Skeiðið er 10 ECTS og byrjar í viku 38.

Kostnaðurin fyri skeiðið er 8.000 kr.

 

Meira kunning:

Hevur tú spurningar um skeiðið, kanst tú venda tær til skeiðsábyrgdaran Súsonnu Herdalur Tausen, lektari og góðskuábyrgdari á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, á telefon 292262 ella teldupost susannat@setur.fo