
EINKI SKEIÐ ER Í LØTUNI
Opin skeið í føroyskum - Føroysk mállæra og rættskriving
Føroyamálsdeildin bjóðar út skeið í føroyskari mállæru og rættskriving. Skeiðini eru serliga ætlað teimum, sum í dagligum starvi hava tørv á at orða seg greitt og rætt
Endamálið er at menna evnini hjá skeiðsluttakarunum at brúka málið greitt, rætt og fjøltáttað. Arbeitt verður við at økja tilvitanina um mál, málburð og ymsar stíllegur í málinum.
EINKI SKEIÐ ER Í LØTUNI
Skeið verður á Føroyamálsdeildini í heyst (2021)
Skeiðið er 8 vikur (50 tímar) til longdar.
Byrjað verður 8. september kl. 16, og síðan verður undirvíst tvær ferðir um vikuna í viku 37-40 & 43-46.
Undirvísingin verður týs- og mikudagar kl. 15.30-18.
Kostnaðurin er 3000 kr., sum skal gjaldast við skeiðsbyrjan.
Lærari er Lena Reinert.
Tilmeldingarfreistin er 1. september 2021.
Tilmelding til skeiðið fer fram við at útfylla umsóknarblaðið, ið fæst her, og senda umsóknina til fmd@setur.fo
Treyt fyri luttøku er føroyskt á miðnámsskúlastigi ella samsvarandi.