Skriva út

Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar

- lestrarárið 2024-2025

Vilt tú vegleiða komandi námsfrøðingum soleiðis, at allir partar fáa sum mest burturúr, so er nýggja tilboðið hjá Námsvísindadeildini sum starvslæruvegleiðari kanska nakað fyri teg.

Komandi lestrarár kunnu námsfrøðingar at menna sínar førleikar at taka móti og vegleiða lesandi í starvslæru.

Skeiði er 10 ECTS-stig, og undirvíst verður umleið einaferð um mánaðin. Harumframt verður ein starvslæra, har ein lesandi frá námsfrøðingaútbúgvingini kemur í starvslæru.

Kostnaður fyri skeiðið er 15.000 kr.

Krøv fyri upptøku er, at tú hevur prógv sum námsfrøðingur og hevur tvey ára starvsroyndir á námsfrøðiliga økinum.

Um hetta er nakað fyri teg, so kanst tú søkja her.

Umsóknarblað og skeiðslýsingar eru at finna í kassunum til høgru.

Umsóknarfreistin er 11. oktober 2024.

Starvslæruvegleiðaraskeiðið byrjar í oktober 2024 og endar í juni 2025:

Vika:

Evnið:

Dato:

Tíð:

43

 

Innleiðsla

 

Fríggjadag 25. okt 2024

9.00 -  14.00

46

Tann grundleggjandi relatiónsførleikin í vegleiðingini.

Samskiftishættir

Fríggjadag 15. nov 2024

9.00 - 14.00

49

Vegleiðingin – ástøðiliga tilgongdin.

 

Fríggjadag 6. des 2024

9.00 - 14.00

5

Tað etiska grundarlagi í eini starvslærulesandi/vegleiðara relatión – metingartilgongdin í vegleiðingin - cases

Fríggjadag 31. januar 2025

9.00 - 14.00

8

Eftirmeting – ástøðiliga tilgongdin.

Fríggjadag 21. feb 2025

9.00 – 14.00

12

Starvslæran í praksis:

Fríggjadag 21. mars 2025

9.00 - 14.00

14-19

Starvslæra

 

 

20

Próvtøkufyrireiking

Fríggjadag 15. mai 2025

9.00 - 12.00

22

Framløgur

Kemur seinni

Kemur seinni

 

Um tú hevur spurningar um eftirútbúgvingina, so er tú vælkomin at venda tær til Anniku Antoniussen, annikaa@setur.fo ella Sigrid Vesturgarð, sigridv@setur.fo