Skriva út

Diplomútbúgving í listaligum arbeiði

  • Lestrartíð 2 ár
  • Deild Føroyamálsdeildin (FMD)
  • Tal á Lesandi uml. 15
  • ECTS 120
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Studenturin ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egna skapanargongd.

Bygnaður

Útbúgvingin er 2/3 verklig og 1/3 ástøðilig og er býtt í tvær listaligar leiðir, ritlist og tónlist. Ein partur av námsevnunum er felags evni, og ein partur er treytaður av listaligu leiðini, sum studenturin velur.

 

1. lestrarhálva

2. lestrarhálva

3. lestrarhálva

4. lestrarhálva

Verkstova I

(felagsfrálæra

hvør leið sær)

10 ECTS

Verkstova II

(felagsfrálæra hvør leið sær)

10 ECTS

Verkstova III

(felagsfrálæra hvør leið sær)

10 ECTS

 

 

Endalig verkætlan

Egið arbeiði I

(meistaralæra /

einstaklingaundirvísing)

10 ECTS

Egið arbeiði II

(meistaralæra /

einstaklingaundirvísing)

10 ECTS

Egið arbeiði III

(meistaralæra /

einstaklingaundirvísing)

10 ECTS

20 ECTS

Listaástøði I

(felagsfrálæra báðar leiðir saman)

10 ECTS

Listaástøði II

(felagsfrálæra hvør

leið sær ella saman)

10 ECTS

Listaástøði III

(felagsfrálæra hvør

leið sær)

10 ECTS

Ritgerð

10 ECTS

 

Skipan av útbúgvingini

Diplomútbúgvingin tekur tvey ár og er sett saman av skeiðum, har tey lesandi partvís fylgja einum føstum lestrarlista og partvís sleppa at seta sína egnu skrá.

Fyrsta lestrarhálva er skipað í trý skeið, har tvey umboða verkliga partin av útbúgvingini, og eitt umboðar ástøðiliga partin. Helvtin av verkligu undirvísingini fer fram í verkstovum, sum hava til endamáls at menna verkligu førleikarnar hjá studentunum. Hin helvtin er egið arbeiði, har dentur verður lagdur á sjálvstøðuga skapanargongd. Eitt felagsskeið um almenna fagurfrøði myndar ástøðiliga triðingin av lestrarhálvuni.

Onnur og triðja lestrarhálva eru skipaðar eftir sama grundleggjandi leisti. Í verkstovunum verða nýggj ástøði viðgjørd og arbeiðshættir royndir, meðan egna arbeiðið er framhald av arbeiðinum frá fyrstu lestrarhálvu. Í ástøðiliga partinum verða felagsskeið og serlig skeið fyri báðar leiðirnar.

Fjórða lestrarhálva víkir frá fyrru lestrarhálvunum við tað, at sjálvstøðuga arbeiðið fær størri rúmd. Tveir triðingar av tíðini verða nýttir til endaliga verkætlan. Restin av tíðini er sett av til ritgerð, sum er knýtt at endaligu verkætlanini.

Innihald

Í verkstovunum á tónlistaleiðini verður undirvíst í nótalæru, ljómfrøði (harmonilæru), tónasmíð/lagsmíð, útseting, tónleikatøkni og øðrum viðkomandi evnum. Um tað verður mett neyðugt, verður eisini undirvíst í viðkomandi ljóðføri. Á ritlistaleiðini verður undirvíst í eitt nú narratologi, frásagnarhættum, stíllegum, neyvlesing, ymiskum sløgum av teksti og skriving umframt týðing. Tey, ið standa fyri verkstovunum, laga undirvísingina til tørvin og áhugan hjá studentunum. Í fyrstu atløgu verður hetta gjørt við støði í tilfarinum, sum verður latið inn saman við umsóknini um upptøku.

Egna arbeiðið gevur studentunum høvi at menna ein sjálvstøðugan listaligan samleika. Bólka- og einstaklingaundirvísing eru karmur um greining og kjak av verkum hjá studentunum sjálvum. Studenturin mennir førleikan at fyrihalda seg kritiskt til egið listaligt virki og at geva øðrum grundaðan kritikk.

Ástøðiligi parturin fevnir um fyrilestrar og námsskeið í fagurfrøði, bókmentum, bókmentafrøði, tónleikasøgu og tónleikafrøði. Sum studentur fært tú innlit í samanhangir, sum treyta og mynda tína yrkislistagrein, og lærir um ástøði, sum geva tær førleika at hugsa greinandi um list úr skiftandi sjónarhornum.

Endaliga verkætlanin og ritgerðin eru ætlaðar sum høvuðsinnihald í eini avriksmappu, sum skjalprógvar listaliga førleikan hjá studentinum mótvegis framtíðar arbeiðsgevarum og útbúgvingarstovnum. Úrslitið av verkætlanini er egið tónleika- ella bókmentaverk, meðan ritgerðin viðger verkið og skapanargongdina úr einum ástøðiligum sjónarhorni. Í báðum førum er vegleiðari knýttur at arbeiðinum.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.
Ein treyt fyri at sleppa til próvtøku er virkin luttøka í undirvísingini.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Umframt hesar treytir er upptøka eisini treytað av, at egið arbeiði verður latið inn, sum staðfestir nøktandi listaligan førleika innan annaðhvørt ritlist ella tónlist. Verður søkt um upptøku til ritlist, skulu fimm síður av egnum skrivligum avriki latast inn. Verður søkt um upptøku til tónlist, skulu nótabløð av egnum tónleikaverki og/ella upptøkur á í mesta lagi fimm minuttir latast inn. Umsøkjarar skulu harumframt lata inn eina síðu, sum í stuttum lýsir teirra listaliga profil. Fyri hvørja leið metir ein upptøkunevnd við trimum limum um innkomna tilfarið.

Umsóknarfreist fyri kvotu 1 og kvotu 2 er 1. juni.

Framtíðarmøguleikar

Prógvið gevur grundarlag fyri sjálvstøðugum listaligum arbeiði, har ein í stóran mun myndar sína egnu yrkisleið.

Harumframt gevur útbúgvingin umsetiligar førleikar, ið eru hentir í miðlum, vinnuvirkjum og almennum stovnum, har nýskapan og hugflog eru eftirspurdir førleikar – tað verði seg sum teksthøvundur, vinnuligt tónaskald ella í øðrum starvi í kreativu vinnunum.

Framhaldandi útbúgving

Eftir lokna útbúgving ber til at søkja inn á annan lærdan háskúla ella tónlistaskúla at fáa BA-prógv. Um viðkomandi lærustovnur góðskrivar ECTS-stig, sum eru vunnin aðrastaðni, veitir Fróðskaparsetrið trygd fyri stigunum, sum eru vunnin í sambandi við diplomútbúgvingina.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Jens Dam Ziska, útbúgvingarleiðara, jensdz@setur.fo