Skriva út

Eftirútbúgvingartilboð

Ískoytisútbúgving til bachelor fyri námsfrøðingar og lærarar

Ískoytisútbúgvingin til bachelor verður skipað í trimum modulum, og undirvísingin fer fram í vikuskiftum. Kostnaðurin fyri hvørt modul er kr. 8000.

  1. vísindaástøði og háttaløg, 5 ECTS (4 vikuskifti).
  2. akademisk háttaløg við sjálvvaldum evni, 10 ECTS (6 vikuskifti).
  3. BEd-verkætlan (4 tímar munnlig vegleiðing).

Vísindaástøði – frá skúlársbyrjan 2019 til heyststeðgin 2019.

Akademisk háttaløg fyri námsfrøðingar og lærarar – frá heyststeðginum 2019 til páskasteðgin 2020.

BEd-verkætlan frá páskasteðginum 2020 til september 2020.


Tey sum taka ískoytisútbúgving sum fyrireiking til leiðsluútbúgvingina í 2020 skriva innan námsfrøðiliga leiðsluøkið, bæði til sjálvvalda evnið í skeiðnum "Akademisk háttaløg", og til Bachelorritgerðina. Fakfólk innan námsfrøðiliga leiðslu vegleiða.

Umsóknarfreist er 16. juni 2019

Umsóknarblað fæst HER