Skriva út

Opin skeið í føroyskum

Føroysk mállæra og rættskriving I

Føroyamálsdeildin bjóðar út skeið í føroyskari mállæru og rættskriving. Skeiðið er serliga ætlað teimum, sum í dagligum starvi hava tørv á at orða seg greitt og rætt

Skeiðið byrjar 1. september og endar 7. oktober. Endamálið er at menna evnini hjá skeiðsluttakarunum at brúka málið greitt, rætt og fjøltáttað. Undirvíst verður í mállæru og rættskriving við denti á fallorð (navnorð, lýsingarorð, fornøvn, kenniorð og talorð). Arbeitt verður við at  økja tilvitanina um mál, málburð og ymsar stíllegur í málinum.
Undirvíst verður tveir dagar um vikuna í 6 vikur. Undirvísingin verður styðjað við venjingum, ið hóska til tað, sum gjøgnumgingið verður. Treytað av, at innlatingar eru góðkendar og møtt er til minst 80 % av tímunum,  verður prógv latið fyri lokið skeið.

Boðin verða út trý skeið í føroyskari mállæru og rættskriving, I, II og III. Skeiðini eru framhald av hvørjum øðrum, men kunnu eisini takast sum sjálvstøðug skeið. Skeiðini kunnu ikki góðskrivast sum partur av BA-útbúgvingini í føroyskum. Treyt fyri luttøku er miðnámsskúlaprógv við føroyskum á A-stigi ella samsvarandi.

Umsóknarfreist er 20. august.

Undirvíst verður á Føroyamálsdeildini týsdag og mikudag kl. 15 til 17:30.

Skeiðið telur 2,5 ECTS

Lærari: Lena Reinert.

Kostnaður: 1500 kr.

Umsóknarskjal fæst her

 

Umsóknarskjal

Meira

Tímatalva

týs- og mikudag kl. 15-17:30