Bachelorútbúgvingar hava ymisk heiti
B.A. er bachelorheiti innan hugvísindi og er stytting fyri Bachelor of Arts.
B.S.Sc. er bachelorheiti í samfelagsvísindum og er stytting fyri Bachelor of Social Science.
B.Sc. er bachelorheiti innan náttúruvísindi og er stytting fyri Bachelor of Science.
B.Ed. er bachelorheiti innan námsvísindi og verður nýtt bæði til lærara- og námsfrøðingaútbúgvingina. Ein B.Ed.-útbúgving fevnir um fýra lestrarár og er sett saman av ástøðiligum skeiðum og starvsvenjingum á ymiskum skúlum og stovnum. Bachelorútbúgvingin gevur nýútbúnum lærarum og námsfrøðingum møguleika at fara undir MA-útbúgvingar, ið eru rættaðar ímíti námsfrøðiliga økinum.