Skriva út

B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði

Bachelor of Science in Economics and Business Management
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Uml. 25
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at virka sjálvstøðugt sum búskaparfrøðingur/virkisfrøðingur ella fara undir víðari lestur á kandidat- ella masterstigi.

1. 
lestrarhálva

2. 
lestrarhálva

3. 
lestrarhálva

4. 
lestrarhálva

5. 
lestrarhálva 

6. 
lestrarhálva

Roknskaparfrøði

og -greining

7,5 ECTS

 

Sannlíkindarokning og Hagfrøði

7,5 ECTS

 

Mikro 1

7,5 ECTS

 

Mikro 2

7,5 ECTS

 

Vallærugrein

10 ECTS

 

Vísindafilosofi í búskaparfrøði

5 ECTS

 

Aðaltættir í
búskaparfrøði

7,5 ECTS

Marknaðar-
føring

7,5 ECTS

Makro 1: 
Búskapar-
vøkstur

7,5 ECTS

Makro 2:
Búskapar
sveiggj

7,5 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Virkisstýring

7,5 ECTS

Vinnurættur

7,5 ECTS

Strategi 

7,5 ECTS

Virkisfígging Corporate
Finance 

7,5 ECTS

Vallærugrein

10 ECTS

Lokarit

15 ECTS

Støddfrøði 1

7,5 ECTS

Støddfrøði 2

7,5 ECTS

Økonometri 

7,5 ECTS

Organisatións

greining

7,5 ECTS

 

 

Dømi um vallærugreinir

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt tekur útbúgvingin støði í føroyska samfelagnum og teimum viðurskiftum, føroyskir borgarar, fyritøkur og myndugleikar liva undir.

  • 1. og 2. lestrarár eru skipað við grundskeiðum í búskaparfrøðiligum og virkisfrøðiligum evnum umframt skeiðum í støddfrøði og hagfrøði.
  • 3. lestrarár er skipað við vallærugreinum, kravdum skeiði í vísindaástøði umframt bacheloruppgávu.

Innihald

Tey bæði fyrstu árini eru støðisár, har tú fært hollar førleikar í búskaparfrøði, virkisfrøði umframt støddfrøði og hagfrøði. Tú fært til dømis innlit í ástøði og praksis um:

  • Strategi
  • Fíggjarmarknaðir
  • Búskaparvøkstur
  • Búskaparsveiggj

Á triðja ári fært tú við valfakum og lokariti møguleika at leggja serstakan dent á búskaparfrøðilig evni, sum til dømis búskaparfrøði um tilfeingisvinnur, ella virkisfrøðilig evni, sum til dømis Corporate Social Responsibility (CSR).

Próvtøkur

Próvtøkur eru í desember/januar og í juni.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaður starvsmøguleikar innan almenna fyrisiting og í privatum fyritøkum.

Framhaldandi útbúgving

Við útbúgvingini í búskaparfrøði og virkisfrøði ert tú væl ílatin til víðari lestur á kandidat- ella masterstigi.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Herit V. Albinus, útbúgvingarleiðara, herita@setur.fo