2283.21 - Aðaltættir í búskaparfrøði, mikro


Skeiðsnummar
2283.21
Heiti
Aðaltættir í búskaparfrøði, mikro
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið miðnám við B støði í støddfrøði. Luttøka í skeiðinum krevur ongar fortreytir í búskaparfrøði.
Endamál
Aðaltættir í búskaparfrøði, mikro Endamálið við ‘Aðaltættir í búskaparfrøði, mikro’ er at geva tí lesandi eitt fyrsta innlit í búskaparfrøðiligan hugsanarhátt við so lítlari nýtslu av støddfrøði sum gjørligt.
Innihald
Skeiðið er ein innleiðsla í grundleggjandi búskaparlig evni og búskaparfrøðiligan hugsanarhátt. Í skeiðinum verður hugt at eini røð av grundleggjandi búskaparfrøðiligum aðaltættum, sum hava týdning fyri búskaparligar avgerðir hjá húsarhaldum, fyritøkum, almennum myndugleikum, politikarum osfr., umframt fyri skilagóða fatan av, hvussu ein samfelagsbúskapur virkar. Skeiðið lýsir, hvussu húsarhald og fyritøkur taka búskaparligar avgerðir, og hvussu hesar avgerðir verða samskipaðar gjøgnum ymsar marknaðir. Skeiðið gevur innlit í, hvussu marknaðarmekanisman virkar, fyrimunir og vansar við einum fríum marknaði, fyrimunir og vansar við almennari regulering av marknaðum, fyrimunir og vansar við altjóða handli, týdningin av fysiskum eginleikum hjá vørum og tænastum fyri skilagóða marknaðarregulering, umframt týdningin av ymsum kappingarformum (monopol, duopol osfr.) fyri vælferðina hjá brúkaranum.
Læru- og undirvísingarhættir
Pensum verður gjøgnumgingið í fyrilestrunum. Í venjingartímunum leggja tey lesandi fram loysnir upp á útlutaðar uppgávur í pensum.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri: - At greina, hvussu brúkarar velja millum ymiskar nýtslumøguleikar, treyta av prísum og inntøku - At greina, hvussu ein framleiðari velur eina framleiðsluætlan, tá hann vil maksimera sín profitt - At greina heildarjavnvágir og Pareto-optimalar legur í einum búskapi við tveimum aktørum - At greina búskaparliga atferð hjá fyritøkum og teirra samanspæli á ymsum marknaðum (fullkomin kapping, monopol, duopol osfr.) - At greina týdningin av eginleikum hjá ymsum vørum og tænastum (‘private good’, ‘public goods’ osfr.). - At greina marknaðarjavnvágir og broytingar í hesum, tá búskaparumhvørvið broytist
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka á 20 minuttir. Tann lesandi fær 40 minuttir til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Hans Ellefsen