2284.20 - Marknaðarføring


Skeiðsnummar
2284.20
Heiti
Marknaðarføring
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki.
Endamál
At lesandi fáa grund kunnleika um marknaðarføringarástøðið, sum gevur førleika at skilja, kanna, lýsa, greina og meta um støðuna hjá fyritøku og at loysa marknaðarføringsavbjóðingarnar.
Innihald
Skeiðið gevur teimum lesandi innleiðslu í spurningum um hvussu marknaðarføring skapar virði fyri fyritøkuna og kundarnar. Og hvussu hetta virði kann gagnnýtast tilæltað umvegis marknaðarføring. Strembað verður eftir at geva teim lesandi djúptøkna fatan av, hvussu fyritøkur brúka marknaðarføring umvegis ástøði og dømir úr veruleikanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Frálærutímarnir verða nýttir til stuttar fyrilestrar, kjak og uppgávur. Næminga framløgur og innlatingar verða gjørdar sambært ætlan. Mælt verður til regluligt og skipað bólkaarbeiði sum liður í fyrireiking.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið skeiðið Marknaðarføring sum part av BA/BS prógvi, skal, tá skeiðið er lokið, duga at: • Vísa eina fatan av teimum grundleggjandi marknaðarføringsástøðinum • Lýsa marknaðar umhvørvið og hvønn týdning tað hevur fyri fyritøkuna og hvussu hesi viðurskifti ávirka marknaðarátøk hjá fyritøkuni • Greiða frá brúkara- og keypsatferð hjá ymiskum kundabólkum. • Segmentera marknaðir út frá ymiskum eyðkennum • Lýsa viðskiftafólks virði og hvussu fyritøkur kunnu brúka hesa vitan í marknaðarførings átøkum • Meta um kappingar fyrimunir og hvussu fyritøkur á besta hátt kunnu gagnnýta hesar • Meta um hvør marknaðar strategi er hóskandi fyri fyritøku. • Útinna eina marknaðarætlan
Próvtøkuháttur
Treyt fyri at sleppa upp til skriftligu uppgávuna er ein góðkend framløga. Skrivlig uppgáva á 10 síður, sum er case-baserað við spurningum og tíðarbundin til 72 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Jóannes Jacobsen