2285.21 - Mikrobúskaparfrøði 1


Skeiðsnummar
2285.21
Heiti
Mikrobúskaparfrøði 1
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið miðnám við B støði í støddfrøði. Førleiki frá Aðaltættir í Mikro og Støddfrøði 1 er ikki fortreyt men avgjørdur fyrimunur.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til sjálvstøðugt at vera før fyri at lesa búskaparfrøðiligan faklitteratur og at brúka mikrobúskaparfrøðiliga metodu og hugsunnarhátt í greiningum av búskaparligum spurningum.
Innihald
Mikro 1 gevur djúptøkna innleiðslu í búskaparfrøði við støði í tí, tey lesandi hava lært í ‘Aðaltættir í Mikro’ og í ‘Støddfrøði 1’. Skeiðið gevur innleiðslu í grundleggjandi hugtøk í búskaparfrøði og gevur teim lesandi innleiðslu í formligar, matematiskar greiningar av mikrobúskaparfrøðiligum spurningum. Í gjøgnumgongdini av ástøðum og myndlum verður áherðsla løgd á sambandið millum fortreytirnar, ið verða lagdar inn í ástøði og myndlar, og tey úrslit og niðurstøður, sum koma burturúr. Mikro 1 gevur teim lesandi innleiðslu í og fatan av búskaparligum avgerðum hjá tí einkulta aktørinum (húsarhaldi ella fyritøku) í einum marknaðarbúskapi við fullkomnari kapping. Strembað verður eftir at geva teim lesandi djúptøkna fatan av, hvussu brúkarar og fyritøkur uppføra seg á marknaðinum. Hetta førir til eina lýsing av búskaparligari heildarjavnvág og greining av vælferð við støði í grundleggjandi vælferðarlærusetningum.
Læru- og undirvísingarhættir
Pensum verður gjøgnumgingið í fyrilestrunum og venjingartímum. Í venjingartímunum leggja tey lesandi fram loysnir upp á uppgávur í pensum, sum verða útlutaðar hvørja viku.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið - innanfyri búskaparfrøðiligu rammuna av búskaparmyndlum við fullkomnari kapping - vera førur fyri: • At greina og rokna út marknaðarjavnvágir og broytingar í hesum, tá búskaparumhvørvið broytist • At skilja og endurgeva, hvussu rationellir brúkarar velja millum ymiskar møguleikar, treyta av prísum og inntøku • At greina og rokna út, hvussu atferð hjá brúkarum er treytað av teirra preferensum • At greina og rokna út, hvussu ein framleiðari velur eina framleiðsluætlan, tá hann vil maksimera sín profitt • At greina og rokna út heildarjavnvágir (Walras-javnvágir) í einum búskapi við tveimum aktørum (tveimum brúkarum ella einum brúkara og einari fyritøku) • At greina og rokna út Pareto-optimalar legur í einum búskapi
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 3 tímar uttan hjálparmiðlar. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Hans Ellefsen