2289.22 - Mikrobúskaparfrøði 2


Skeiðsnummar
2289.22
Heiti
Mikrobúskaparfrøði 2
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið miðnám við B støði í støddfrøði. Dokumenteraður førleiki frá Aðaltættir í Mikro, Støddfrøði 1 og Støddfrøði 2 er ikki fortreyt men avgjørdur fyrimunur.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til sjálvstøðugt at vera før fyri at lesa búskaparfrøðiligan faklitteratur og at brúka mikrobúskaparfrøðiliga metodu og hugsunnarhátt í greiningum av búskaparligum spurningum.
Innihald
Mikro 2 viðger formligar, matematiskar greiningar av mikrobúskaparfrøðiligum spurningum. Skeiðið leggur dent á at venja tey lesandi í sjálvstøðugari nýtslu av mikrobúskaparfrøði í greiningum av búskaparligum spurningum. Meðan Mikro 1 innihelt eina grundleggjandi viðgerð av búskaparmyndlum við fullkomnari kapping, so víðkar og litbrigdar Mikro 2 hesa viðgerð við at viðgera nøkur av teimum frábrigdum frá fullkomnum efficiensi, sum finnast í veruligum búskapum, men sum per konstruktión ikki eru partur av myndlunum av búskapum við fullkomnari kapping og tískil fult effisientum virkisførleika.
Læru- og undirvísingarhættir
Pensum verður gjøgnumgingið í fyrilestrunum og venjingartímum. Í venjingartímunum leggja tey lesandi fram loysnir upp á útlutaðar uppgávur í pensum. Skrivlig miðskeiðis roynd á 3 tímar uttan hjálparmiðlar. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at brúka teoretisku hugtøkini og matematisku myndlarnar, sum eru gjøgnumgingnir í skeiðinum, til at: • Greina atferðina hjá fyritøkum við monopolmakt • Greina strategiskar støður í vanligum formi (‘normal form games’) og finna Nash-javnvágir • Greina strategiskar støðar í víðkaðum formi (‘strategic form games’) og finna ‘subgame perfect’ javnvágir • Greina atferðina hjá fyritøkum, sum eru í oligopolistiskari kapping á la Cournot, Bertrand ella Stackelberg • Greina atferð hjá brúkarum og fyritøkum í støðum við óvissu • Greina atferð og javnvágir á marknaðum fyri framleiðslumiðlar (‘factor markets’) • Greina, hvussu eksternalitetir í nýtslu ella framleiðslu ávirka atferð hjá brúkarum og fyritøkum, umframt hvussu til ber við ymsum politiskum átøkum at bøta um trupulleikarnar, ið standast av eksternalitetum • Greina avbjóðingar við framleiðslu og gagnnýtslu av felagsvørum (‘public goods’) • Greina støður við ósamskipaðari vitan (‘asymmetric information’) – herundir støður við ‘hidden action’ ella ‘hidden characteristics’
Próvtøkuháttur
Skrivlig miðskeiðis roynd á 3 tímar uttan hjálparmiðlar. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Hans Ellefsen