2294.20 - Makrobúskaparfrøði 2


Skeiðsnummar
2294.20
Heiti
Makrobúskaparfrøði 2
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið miðnám við B støði í støddfrøði. Førleiki frá Aðaltættum í Makrobúskaparfrøði, Aðaltættum í Mikrobúskaparfrøði og Støddfrøði 1 er ikki fortreyt men avgjørdur fyrimunur.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva næmingunum førleikar, til sjálvstøðugt at brúka teir týdningarmestu ástøðiligu og støddfrøðiliga lýstu grundmyndlarnar um búskaparbygnaðin, og serliga viðbrekni hansara mótvegis sveiggjum av búskaparliga relevantum slag í umhvørvinum, og tessvegna at grundfesta kunnleikan hjá næminginum í vísindaligum háttalag og ástøði um evnið.
Innihald
Á skeiðinum verður givin frálæra um samfelagsbúskapin (short-run macroeconomics) og serstakliga um ymsu keldurnar til sveiggj í búskapinum. Við støði í Aðaltættum í makrobúskaparfrøði fáa næmingarnir innlit í mest algongdu formligu myndlarnar um búskaparsveiggj, um árin av sveiggjunum, og um hvørji mótátøk eru gjørlig, undir ymsum fortreytum viðvíkjandi opinleika og øðrum institusjonalum viðurskiftum. Myndlarnir eru somuleiðis ætlaðir at lýsa tær avbjóðingar sum landastjórn og miðbanki takast við, tá fíggjarpolitisk og pengapolitisk átøk skulu umhugsast og leggjast til rættis. Í mun til Aðaltættirnar í makrobúskaparfrøði er skeiðið meira krevjandi í innihaldi og metodu, soleiðis at støddfrøðiliga formuleringin verður meira samanvovin partur av greiningini, sum eisini hevur hópin av dømum úr aktuellum europeiskum hendingum.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærutilfarið verður gjøgnumgingið í fyrilestrunum. Í venjingartímunum arbeiða næmingarnir saman fyri at finna fram til loysnir upp á uppgávur í lærutilfarinum, ella skriva stuttar frágreiðingar um givin evni.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri: • Við formligum myndlum og egnum orðum at greina hugtøk og stakpartar í búskaparliga bygnaðinum, orsøkum til búskaparsveiggj og átøk at tálma teimum • Við formligum myndlum og sjálvstøðugum teksti at greina myndlar av opnum búskapi í altjóða samskifti við vørum, tænastum og framleiðslufaktorum, við atliti til ymiskt háttað gjaldoyraviðurskifti Við støði í nútímans formligari búskaparfrøði at greina ymsar búskaparligar tillagingar til búskaparsveiggjini, sum hava bæði stutttíðarárin og meiri varandi árin
Próvtøkuháttur
Skrivlig 4 tíma próvtøka uttan hjálpartilfar
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Hans Ellefsen